Løgmaður hevur ikki tikið áheitanina frá Amnesty International Føroyar til eftirtektar. Tey ynsktu, at Kaj Leo Holm Johannesen minti politisku myndugleikarnar í Russlandi, Kasakstan og Hvítarusslandi á týdningin av at virða grundleggjandi mannarættindi. Men løgmaður hevur ikki nevnt mannarættindi við einum orði, tá hann í farnu viku tosaði við tinglimir, ráðharrar og aðrar politiskar myndugleikar frá Russlandi, Kasakstan og Hvítarusslandi.
Føroyar hava onga ávirkan
Í eina viku hevur Miðlahúsið roynt at fingið fatur í løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, fyri at spyrja hann, hvat hann hevur gjørt fyri at varpa ljós á týdningin av at virða grundleggjandi mannarættindi. Miðlahúsið hevur ringt hvønn dag, men hava einans fingið fatur á hansara ráðgevum. Heldur ikki nú løgmaður er aftur í Føroyum, ber til at tosa við. Men eftir at hava sent spurningarnar til ein av hansara ráðgevum, fingu vit spurningarnar svaraðir skrivliga. Vit prenta spurningar og svar niðanfyri.
Hvørjar tankar hevur løgmaður gjørt sær um mannarættindi, tá hann ætlar at gera avtalu um fríhandilssáttmála við trý lond, sum ikki virða grundleggjandi mannarættindi (Russland og Kasakstan til dømis virða ikki talu- og savningarfrælsi og Hvítarussland loyvir deyðarevsing)?
- Fyri eitt lítið samfelag sum tað føroyska, er tað avgerandi at vit hava góð handilssambond úteftir. Tað er mítt fremsta mál. Tá tað er sagt er tað sjálvandi harmiligt, at nøkur lond ikki virða grundleggjandi mannarættindi.
Hevur løgmaður á síni ferð í Russlandi og Kasakstan tosað um mannarættindi, tá hann hevur tosað við politisk umboð frá Russlandi, Kasakstan og Hvítarusslandi?
- Nei, tað havi eg ikki. Sum sagt royni eg av øllum alvi at tryggja føroyskum laksa- og uppsjóvarútflytarum bestu marknaðartreytirnar, vit kunnu fáa. Eg helt ikki tað var rætt at blanda handilssamráðingar og mannarættindi saman hesa ferð. Fyri tað fyrsta hitti eg persónar, sum sita ítøkiliga við handils- og tollspurningum. Teirra ávirkan á mannarættinda støðuna er rættiliga avmarkað. Í øðrum lagi standa 30 lond klár at gera fríhandilssáttmála við Russland, og tá Føroyar absolutt onga ávirkan hava á støðuna við mannarættindum, valdi eg ikki blanda tingini saman. Í sama viðfangi er tað týdningarmikið at hava í huga, at tað eru vit, sum banka á dyrnar hjá umrøddu londum fyri at fáa betur marknaðaratgongd – og ikki øvugt.
Hvussu heldur løgmaður at tað sampakkar at gera fríhandilsavtalu við Russland, Kasakstan og Hvítarussland, tá hesi londini ikki virða grundleggjandi mannarættindi?
- Sum sagt, so er mítt fremsta mál at útvega føroyskum útflytarum so góðar møguleikar sum gjørligt. Tað er sjálvandi harmiligt, at mannarættindi ikki verða vird, men mítt aðalmál er at betra okkara útflutningsmøguleikar. Eg kann bara skriva mær aftanfyri oyra, at Kina og Russland eru í dag tey londini, sum flest øll vestanlond vilja gera fríhandilssáttmála við, tí júst russiski og kinesiski marknaðurin eru so stórir. Bæði Russland og Kina vera kritiserað fyri teirra vantandi mannarættindi, men kortini vilja øll vestanlond hava góð handilsviðurskifti við tey. Tað sama er galdandi fyri Føroyar.










