Landsstýrisfundur var í dag og vóru eisini seinastu rembingarnar viðvíkjandi teimum mongu uppsøgnunum sum skuldu verða á sjúkrahúsøkinum. Seinastu dagarnar hevur støðan verið soleiðis háttað hjá mongum, sum starvast á sjúkrahúsøkinum, at eingin hevur kent seg tryggan, tí fráboðanir eru komnar dagliga frá ymiskum síðum.
Stovnsleiðarin á Landssjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre, hevur sagt fólk úr starvi, meðan landsstýrismaðurin, Helena Dam á Neystabø, hevur sett tey í starv aftur annan dagin, og tað er einki at siga um, at hetta hevur gjørt støðuna á arbeiðsplássinum sera ótrygga og óunniliga.
Fær fylgjur
Ógreitt er enn at siga, hvør avleiðingin verður av øllum hesum rembingum, men løgmaður Annfinn Kallsberg sigur við Internet Sosialin, at hann góðtekur ikki støðuna. Hvørjar fylgjur hetta skal fáa er so avgerðin hjá landsstýrismanninum, men eg meti hetta sum sera álvarsamt mál, sigur Annfinn Kallberg.
? At stovnsleiðari ferð eftir ferð er í fjølmiðlunum við avgerðum og tekur landsstýrið sum gísla, fái eg ikki góðtikið, og sum støðan er nú, fái eg ikki sagt meiri, sigur løgmaður.
Og tað er einki at ivast í, at soleiðis sum støðan hevur verið seinastu dagarnar við hópuppsøgnum ein dag, og hópsetanum annan dag, er ikki nakað, sum ein stjórnaleiðari fær góðtikið. Um tað so fær fylgjur fyri almanna- og heilsumálaráðharran ella stovnsleiðaran, er ikki lætt at siga, men sambært orðunum hjá løgmanni um, at hann góðtekur ikki støðuna, so má hetta fáa fylgjur. Starvsfólkini krevja tað og fakfeløgini krevja tað eisini.