Jan Müller úr Oslo
Einasta broytingin var tann, at Anfinn Kallsberg, løgmaður fekk ikki høvi til at hitta Knut Vollebæk, uttanríkisráðharra. Hesin skuldi hava fundir við palestinska leiðaran Yassir Arafat og fyrrverandi ísraelska forsætisráðharran Simon Peres um at fáa lív í aftur friðargongdina í Miðeystri
Ístaðin hitti Anfinn Kallsberg vararáðharran í uttanríkismálum Oslaug Haga
Anfinn Kallsberg sigur við Sosialin, at hann var sera fegin um at hitta júst vararáðharran, tí hennara málsøki er nettup ES
Tey bæði tosaðu tí eisini serstakliga um ES. Oslaug Haga greiddi løgmanni frá ES-málum, sum føroyingar kunnu hava áhuga í
Sosialurin skilur, at løgmaður hevur fingið nógv at hugsa um eftir fundin við vararáðharran í uttanríkisráðnum. Hetta er eitt rættiligt týðandi og viðkomandi mál, ikki minst nú ein arbeiðsbólkur júst hevur latið løgmanni eina frágreiðing um spurningin Føroyar og EU
Umframt at viðgera ES tosaðu tey bæði eisini um mentanarligt samstarv millum Føroyar og Noreg.