? Vit hava enn ongar ætlanir um at leggja okkum út í tætuna á arbeiðsmarknaðinum.
Hetta eru framvegis boðini frá Anfinni Kallsberg, løgmanni, tá vit spyrja hann, um hann ætlar at heita á tingformannin um at kalla tingið saman úr sunmarfrí, til at loysa trætuna á arbeiðsmarknaðinum við løgtingslóg.
Men løgmaður fylgir kortini neyvt gongdini og er allatíðina á varðhaldi.
? Tað eru vit, ið hava ábyrgdina av landsins viðrum. ILA sjúkan er ein stórur trupulleiki, og nú sleppa alarar heldur ikki at seta út smoltið, ið skal vera ársins vinningur. So tað er klárt, at vit fylgja gongdini. Men eingin er glaður fyri at leggja seg í eitt stríð á arbeiðsmarknaðinum, sigur løgmaður.
Anfinn Kallsberg útilokar kortini ikki, at politiski myndugleikin fer at leggja seg uppí. Tað kemur alt ann uppá, hvat hendir, sigur hann.
Ein annar háttur, at fáa tingið saman at steðga verkfallinum er, um 17 tingfólk skriva undir eina áheitan á tingformannin um at kalla tingið saman.