Løgmaður skal hitta Margrethu drotning og danska forsætisráðharran í morgin.
Tað verður á middegi í morgin, at fundur verður millum løgmann og danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn. Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu teir skifta orð um uttanríkispolitisku lógina og yvirtøkur.
Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning, sambært løgmansskrivstovuni. Løgmaður kemur aftur til Føroya í annaðkvøld.










