Anfinn Kallsberg, løgmaður, tekur ikki av innbjóðingini frá danska fíggjarmálaráðharranum, Piu Gjellerup, um at koma á fund um blokkstuðulin komandi árið.
Tað liggur nevniliga ikki fyri hjá løgmanni at fara til Danmarkar á fund týdagin, tí hann hevur fyri langari tíð síðani lovað at verið við á einum øðrum fundi tá.
Harafturat vil løgmaður, at samráðingarnar um blokkstuðulin skulu vera við danska forsætisráðharran. Og løgmaður vil eisini hava ein yvirskipaðan fund um yvirtøkur við danska forsætisráðharran.
Landsstýrið fer í næstum at senda Poul Nyrup Rasmussen bræv um hesi viðurskifti. Men er ikki gjørt av, hvat skal standa í brævinum.
Løgmaður og danski forsætisráðharrin hava annars tosað saman í telefon seinastu dagarnar.