Løgmaður fer at kanna Signar

Løgmaður ætlar sær at lesa frágreiðingina gjølla. Og verður niðurstøða løgmans tann sama, sum tann hjá Bjørn á Heygum í fjølmiðlunum hóskvøldið, skal Signar á Brúnni frá

John Johannessen


Løgmaður hevur ikki havt stundir at lisið frágreiðingina frá løgtingsgrannskoðarunum, ið sigur, at Signar á Brúnni, landsstýrismaður, breyt landsins lógir, tá hann í juni játtaði pening til Sjónvarp Føroya uttan heimild.

Men løgmaður ætlar sær at lesa frágreiðingina gjølla. Og verður niðurstøða løgmans tann sama, sum tann hjá Bjørn á Heygum í fjølmiðlunum hóskvøldið, skal Signar á Brúnni frá.

Anfinn Kallsberg vísir á, at reglurnar fyri ábyrgd landsstýrismanna eru greiðar. Hevur landsstýrismaðurin brotið hesar reglur, eru sanktiónsreglurnar, sambært løgmanni, eisini greiðar.

Tjóðveldisflokkurin viðgjørdi seinnapartin í gjár, beint áðrenn blaðið fór til prentingar, málið. Á fundinum slapp Signar á Brúnni at greiða frá síni støðu.

Bæði Tjóðveldisflokkurin og løgmaður eru samdir um, at málið snýr seg um álit ella misálit á landsstýrið, og tí er tað álvarsamt.