Løgmaður fekk ikki rætt

Tað gjørdist Brasilia, sum vann stórdystin móti Onglandi, men leikliga var talan als ikki um stórdys

HM-fótbóltur

Hópur av sjónvarpshyggjarum kring allan heim mundu hava sett seg væl til rættist fríggjamorgunin, tá fjórðingsfinalan millum Ongland og Brasilia var á skránni. Á pappírinum var talan um ein sannan gloypibita fyri fótbóltselskarar, og so gekk tað kortini, sum summi bóru ótta fyri.

Linlig uppliving
Leikliga var talan nevnliga um eina heldur linliga uppgerð, har tað mest sum bert var Brasilia, sum veruliga tordi at spæla, meðan onglendingarnir fyrst og fremst hugsaðu um verjuskyldirnar, fyri siðandi at dúva upp á skjótleikan hjá Michael Owen í álopspartinum.
Og hetta gav eisini úrslit, tá Lucio stórkiksaði í vandaleysari støðu, so Owen einsamallur við málverjanum kundi leggja bretar á odda.
Møguliga hevði talan verið um ein heilt øðrvísi dyst, um leiðslan helt sær til hálvleiks, men brasiliumenn vildu tað øðrvísi. Ronaldinho var maðurin aftan fyri málið, tá hann fullkomuliga snýtti Ashely Cole, fyri síðani at leggja til Rivaldo, sum ískaldur legði bóltin í handara málhorn.
Og beint eftir steðgin kom so avgerandi málið. Ongin ? og so slettis ikki David Seaman ? hevði roknað við, at Ronaldinho fór at skjóta beinleiðis upp á mál, tá Brasilia átti fríspark í høgru síðu. Men ð var júst tað, sum lítli brasiliumaðurin gjørdi, og uttan at Seaman hevði nakran møguleika at verja fyri, sigldi bólturin yvir í handara málhorn.
Ronaldinho fekk annars reyða kortið seinni í dystinum, tá Danny Mills fekk sum mest burturúr eini evaska lítlari stempling, men hóast teir tann seinasta tíman spældu við 11monnum móti 10, so megnaðu bretar ongan tíð at leggja neyðuga trýstið á Brasilia, sum soleiðis vann seg fram til tiðju hálvfinaluna á rað í HM-høpi, og eftir at teir í undankappingini høvdu stórar trupulleikar, eru brasilianararnir nú stórfavorittar at vinna HM-heitið, sum ? um so verður ? verður hitt fimta í søguni.

Brasilia-Ongland 2-1 (1-1)
0-1: Michael Owen, 23
1-1: Rivaldo, 45
2-1: Ronaldinho, 50