Løgmaður: Feigdardagur á Tvøroyri

- Tað er ein sorgardagur á Tvøroyri í dag, nú herviligur eldsbruni var á virkinum hjá Varðanum Pelagic, sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen.

- Tað er ein sorgardagur á Tvøroyri í dag, nú herviligur eldsbruni var á virkinum hjá Varðanum Pelagic. Tamarhald er til alla lukku á eldinum, sum hevur loypt hvøkk á okkum øll.

 

Tað sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum hevur lagt eina heilsan út á heimasíðuna hjá løgmansskrivstovuni. Løgmaður vísir á, at fleiri virkisbygningar eru sera illa farnir, men tíbetur er eingin álvarsligur fólkaskaði.

 

- Eg vil vegna Føroya landsstýri takka øllum, sum á ymiskan hátt hava tikið eitt rimmar tak og veitt neyðuga hjálp í samband við eldsbrunan. Eg hugsi millum annað um almennar- og kommunalar myndugleikar, bjargingarfeløg, vinnufyritøkur og privatpersónar, sum øll hava gjørt eitt risa arbeiði, ið vit sum tjóð eru sera takksom fyri.

 

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, ynskir eigarunum bestu eydnu við at koma á føtur aftur, og tað er hansara fremsta vón, at ferð skjótt fæst aftur á virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, so starvsfólkini sleppa til arbeiðis sum skjótast.