Forsetavitjan
Tað eru longu farin nógv ár, síðani fyrrverandi íslendski forsetin vitjaði Føroyum, og tí er henda vitjan sera kærkomin sigur løgmaður. Hann vísir á, at ein líkandi stór vitjan enn stendur á skránni, og tað er norski kongurin, sum er boðin at vitja í Føroyum, fyrst av Edmundi Joensen, táverandi løgmanni og í fjør av Anfinni Kallsberg, løgmanni, tá hann var í Norra á almennari vitjan. Tað er so óvist, nær norski kongurin vitjar.
Løgmaður vísir aftur øllum spekulatiónum, nú fleiri íslendskir lyklapersónar vitja Føroyar, um at hetta hevur nakað at gera við royndirnar hjá føroyingum at gerast fullveldi. ?Tað málið er millum okkum og danir og ongan annan. ?Íslendskir ráðharrar og forseti eru okkara gestir og tað snýr seg um at menna bondini millum hesar báðar grannatjóðir leggur løgmaður aftrat.