Í dag hittast stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum á árliga ríkisfundinum.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri í Danmark, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi eru Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, farnir til Danmarkar
Fundurin verður hildin á Christiansø, ein lítil oyggj uttanfyri Bornholm.
Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarv í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga.