Á tíðindafundi í morgun hevur løgmaður boðað frá, at Føroyar nú skal upp aftur í ferð.
Løgmaður legði eisini dent á, at tað hava verið færri, ið hava vent sær til lækna nú, tá í koronasmittan hevur sett samfelagið niður í ferð. Hann segði, at tað er umráðandi, at fólk ikki halda sær aftur, tørvar teimum læknahjálp, ið ikki hevur við koronasmittu at gera, tí endamálið við tilbúgvingini var, at sjúkrahúsverkið skuldi rigga sum vanligt, hóast koronasmittuna.
– Á sjúkrahúsverkinum halda tiltøkini fram á sama hátt. Deildirnar fyrireika, hvussu ferð kann setast á virksemi. Ert tú sjúkur, skalt tú sjálvandi hava viðgerð. Tað er umráðandi, at fólk fara til lækna, hava tey tørv á tí, segði hann.
– Verður stórur vøkstur í smittutølunum, verða vit noydd at seta ferðina niður aftur. Tað er okkara ábyrgd at verja tey, ið tørva tað. Vit kunnu øll gera mun, eisini tá tað snýr seg um at halda hjólini koyrandi, segði løgmaður, sum eisini legði upp til, at vit stuðla føroyskari vinnu og framleiðslu.
– Standa vit saman um føroyska framleiðslu og vinnulív kunnu vit vera við til at varveita arbeiðspláss, segði hann.