Løgmaður: Fak­fel­øg­ini tvætla

– So var aftur ein út­spill­ing­ar­her­ferð á Vaglinum í dag, og hesi somu fólk sum halda røð­ur, undrast hví færri og færri fólk møta at hoyra hetta tvætlið, við per­són­lig­ari út­spill­ing sum høv­uðs­boð­skapi, hvar politikarar vald­ir av fólk­i­num verða kall­að­ir ap­ur, og ann­að sum er so ljótt, at ein ikki tím­ur at taka tað uppaftur.

Orðini eigur Kaj Leo Jo­hann­e­sen, løgmaður, sum á Face­book í gjár­kvøld­ið gav ilt av sær, eftir at hava hoyrt 1. mai­dags­røð­ur­nar á Vagl­i­num í Havn.

Víðari sigur løgmaður á Faceook:

– Hesi somu fólk biðja um virð­ing, virð­ing er nakað man fær fyri at upp­føra seg ordi­liga móti øðr­um menn­iskj­um og ikki við per­són­lig­ari nið­ur­gerð­ing í røð­um á Vagli­num við lítl­um og ong­um sub­stansi.

– Vit halda tað kortini vera løg­ið, at løg­mað­ur skal taka sær tykni av hes­um. Tú skuldi ikki trúð, at mað­ur­in hevði 10 ára roynd­ir sum pol­it­ik­ari, tí hes­a­r á­koyr­ing­ar eru lítið av mikl­um – og hvat skuldi løg­mað­ur ann­að hild­ið, nú hann og sam­gong­an so­leið­is hava tik­ið hvørkr­a­tak um tey lægst løntu fyri at geva teim­um hæst­løntu frægari kor?

Um Kaj Leo Johannesen og sam­gong­an ikki fáa fak­fel­øg­ini at fylkjast og argast, so hava vit av sonn­um ikki brúk fyri fak­fel­øg­u­num, so ein­falt er tað.