Løgmaður fær ongan kanningarstjóra

Løgtingið samtykti í mikudagin, at eingir pengar skulu játtast løgmanni til at fáa ein løgfrøðing at gera eina niðurstøðu um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø í pensjónsmálinum

Vil løgmaður ikki taka eina støðu, um hvat skal skal henda við Helenu Dam á Neystabø í sambandi við embætisførslu hennara í pensjónsmálinum, hevur hann bert ein møguleika eftir.

Løgmaður kann nú bert royna at fáa 13 tigmenn at heita á formansskapin í løgtinginum um at seta ein kanningarstjóra.

Hetta gjørdist endaliga greitt á tingfundinum mikudagin.

Á hesum tingfundinum samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot frá fíggarnevndini til eykajáttanaruppskotið fyri september. Í broytingaruppskotinum mælir ein samd fíggarnevnd til, at strika umbidnu játtanina frá løgmanni, um at fáa 400.000 krónur til at gera eina løgfrøðisliga niðurstøðu í pensjónsmálinum.

Tað var eisini eitt samt løgting, ið tók undir við hesum. Av teimum 28 tinglimunum, sum vóru á fundi, tá atkvøtt varð, atkvøddu allir fyri broytingaruppskotinum, og merkir hetta, at løgmaður ikki fær sett nakran løgfrøðing at gera eina niðurstøðu fyri seg.

Tí er eisini lítið sannlíkt, at seinasti útvegur løgmans, sum er at fáa 13 tinglimir at heita á formansskapin um at fáa kanningarstjóra, fer at eydnast.

Eydnast tað ikki løgmanni at fáa eina kanningarstjóra, er hann sambært stýrisskipanarlógini, sjálvur noyddur at meta um, hvørt málið skal fáa politiskar avleiðingar fyri Helenu Dam á Neystabø ella ikki.