Løgmaður: ES hevur útsett tiltøkini

-Vit hava fingið at vita frá uttanríkisráðnum í Danmark og úr ES kervinum, at ætlaðu handilsforðingvarnar eru útsettar. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, við Portalin.

Ígjár var seinasta freist hjá Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri, at lata fiski - og alivinnunevnduni í ES uppskotið um handilsforðingar móti Føroyum, um tær skuldu setast í verk um mánaðarskiftið.

Ígjár komu so boðini, at tann nevndin ikki hevði fingið uppskotið.

-Eg var glaður. Hettar hevur verið hart arbeiðið og av tí at handilsforðingarnar nú eru útsettar er vón fyri at vit fara at finna eina samráðingarloysn, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann sigur, at samráðingar vera um bæði sild og makrel 3 og 5 september. Løgmaður vónar tí ikki, at fer ES at taka málið uppaftur í august mánaða.

-Vit vita ikki um ES hevur slept ætlaninum um eitt boykott. Vit vita bara, at málið er útsett, sigur Løgmaður.

Kaj Leo Johannesen heldur, at tað partvíst er góða arbeiðið á Løgmanskrivstovini, í fiskimálaráðnum og tað at danska uttanríkisráðið hevur lagt trýst á ES, sum er orsøkin til, at ES nú útsetur handilsforðingarnar.