– Hetta er ørkymlandi og tað er avgjørt eitt álitisbrot. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við FM1, nú tað aftur kom fram í KvF í gjár, at fólk, vórðu tikin framum um røðina, og eru koppsett áðrenn tey, sum áttu at verið koppsett eftir kunngerðini um koppseting.
Í sambandi við koronu, hevur landsstýrið lagt stóran dent á at fáa álit ímillum almenningin og myndugleikarnar, men hann heldur, at tað, sum nú er hent, er eitt álitisbrot.
– Vit hava latið tað upp í hendurnar á læknunum at gera av, hvør skuldi koppsetast fyrst og tí er tað ørkymlandi, at fólk, sum at síggja til, eru frísk, verða tikin fram um onnur.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá á FM1.