Løgmaður er nummar fimm

Hóast løgmaður er hægsti mað­ur í landsstýrinum, so er hann ikki hægst lønti lands­stýr­is­mað­urin. Ikki færri enn fýra lands­stýr­is­menn eru hægri lønt­ir enn løgmaður.

Johan Dahl, Bjørn Kals­ø, Kar­s­ten Han­sen og Ják­up Mikk­el­sen fá­a góð­ar 65.000 krón­ur út­goldn­ar í løn pluss koyr­i­peng­um pluss borðfæ.

Løgmaður fær bara slak­ar 65.000 krónur. So skulu vit eisini hava í mentu, at hinir lands­stýr­is­­menn­­i­nir bara gjalda skatt av 49.191 krónum, með­an løgmaður skal gjalda skatt av 57.815 krón­um, so munurin er eyð­sýnd­ur.