Løgmaður er javngamal við vatnið úr Havnardali

Løgmaður hevur føðingardag í dag. Hann fyllir 49 ár. Tað var fríggjadagin 28. august í 1964, at løgmaður sá ljósið á fyrsta sinni.

Men okkara løgmaður náddi ikki forsíðuna á Sos­i­al­i­num hendan dagin. Hevði red­ak­ti­ón­in vitað, so var helst øðr­vísi. Men størsta tíð­ind­a­søg­an hendan dagin var, at havn­ar­fólk tóku nýggja vatn­brunnin í Havnardali í nýtslu.

Tað vóru býráðslimirnir Ed­­vard Lindenskov og Kjart­an Mohr, sum skrúvaðu frá vatn­­i­num úr Havnardali, sum á fyrsta sinni rann til om­­an í býin.

Sosialurin skriv­ar, at vatn­­mongd­in hjá havn­ar­­borg­­ar­­um fimm­fald­að­ist, nú brunn­­ur­in í Havnardali varð á­lit­ið í mun til brunnin und­ir Grá­a­steini.

Sambært Sos­i­alinum, so mettu menn, at neyð­ugt ikki fór at útbyggja vatn­­goymsl­­ur­nar meira, fyrr enn um 25.000 fólk búgva í Havn!