Hóast orrustu um fíggjarlóg seinastu dagarnar, so er Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í morgun farin á til Keypmannahavnar, har hann fer at taka lut á veðurlagsráðstevnuni COP15.
Løgmaður skal klokkan 14:15 seta tiltakið Seas the future, sum er eitt sokallað »Side event« á ráðstevnuni í Bella Sentrinum.
Í annaðkvøld er løgmaður boðin til galladøgurða hjá Margrethu Drotning á Christiansborg saman við øllum ríkis- og stjórnarleiðarunum, ið luttaka á COP15 ráðstevnuni, og fríggjakvøldið tekur løgmaður lut á topp-politiska partinum á ráðstevnuni fyri ríkis- og stjórnarleiðarar.
Við Deg og Viku í gjárkvøldið segði løgmaður, at semja nú er um fíggjarlógina. Men sum skilst eru onkrir knútar eftir ? eitt nú tunlarnir Norður um Fjall, har endalig avgerð helst fellur í dag.
So fáa vit at síggja, um løgmaður fær arbeiðsfrið í Keypmannahavn, tí eftir ætlanini verður hann aftur í Føroyum fríggjakvøldið.