Løgmaður er dumpaður

Trúvirðið hjá bankunum er framvegis í vanda, nú føroyski stjórnarleiðarin pínliga avdúkar seg sjálvan í almennum lesarabrævi í gjár

Í 10 dagar hava ymsir partar í Føroyum nú skift orð um vandamestu ætlanina hjá CHE-samgonguni: stovnanina av einum føroyskum fíggjareftirliti.

Samgonguleiðarin, Jóannes Eidesgaard, hevur higartil hildið seg kúrran. Líka til í gjár. Tá sendi hann út eitt alment lesarabrævi við sínari hugsan um málið.

Í lesarabrævinum avdúkar føroyski stjórnarleiðarin seg pínliga í nøkrum sera grundleggjandi viðurskiftum innan fíggjarøkið.

Mín niðurstøða er, at hvørki samgongan ella samgonguleiðarin hava gjørt sítt heimaarbeiði, áðrenn avgerð er tikin um, at føroyskt fíggjareftirlit skal stovnsetast.

Harvið er størsta og mest týðandi aktivið hjá føroyskum bankum - trúvirðið – framvegis í vanda.

 

Føroyar hava longu frían flutning av kapitali

Í lesarabrævi sínum skrivar løgmaður m.a.: "Yvirtøkan vil geva okkum atgongd til tað eina av teimum fýra nógv umrøddu frælsunum, nevniliga frían flutning av kapitali".

Álvaratos. Hvar í Guðs garði hevur løgmaður verið seinastu árini, meðan føroyska bankavinnan hevur vunnið seg fram uttanlands? Heldur hann veruliga, at føroyskir bankar kunnu gera nakað sum helst á altjóða marknaðum, uttan at flutningurin av kapitali er fríur?

Í veruliga lívinum, sum henda samgongan eftir øllum at døma ikki livir í, er longu fríur flutningur av kapitali. Skulu vit spyrja hví? Jú, tí at vit longu eru partur av vælvirkandi danska fíggjargeiranum og eitt nú undir eftirlitið av tí roynda og trúverduga danska fíggjareftirlitinum.

 

Er talan um eitt krav ella ikki?

Aðrastaðni í lesarabrævinum skrivar løgmaður, at yvirtøkan av fíggjareftirlitinum "vil stilla okkum betur í okkara samráðingum um ein EFTA-limaskap".

Her ruggar ikki rætt, tí higartil hevur landsstýrið upplýst, at yvirtøkan av fíggjareftirlitinum er eitt krav, um Føroyar skulu kunna gerast EFTA-limur.

Hvat er nú rætt? Er talan um eitt krav? Ella brúkar landsstýrið EFTA-samráðingarnar sum undanførslu fyri at vilja yvirtaka fíggjareftirlitið?

Her hongur ikki saman, og vit mugu síggja dokumentatión fyri pástandinum um, at EFTA krevur eitt føroyskt fíggjareftirlit.

 

Fíggjareftirlitið skal útveitast – ella?

Trumf setur løgmaður á, tá hann avdúkar hægru meiningina við at hava eitt føroyskt fíggjareftirlit. Orð hansara eru her:

"Sannlíkt er, at endin verður, at vit gera eina avtalu við danska fíggjareftirlitið um, at tey røkja hesa uppgávu framyvir okkara vegna".

Altso skulu vit yvirtaka nakað, sum í dag virkar á fullgóðan hátt, fyri síðani at lata tað aftur til sama myndugleika at umsita. Hvar er logikkurin? Hvar er fyrimunurin fyri fíggjarvinnuna?

 

Trúvirðið ávirkast kortini

Veruleikin aftan fyri ætlanina um at yvirtaka og síðani útveita fíggjareftirlitið er, at endaliga ábyrgdin av fíggjarmálum og av fíggjareftirliti verður flutt úr Danmark til Føroya.

Trupulleikin liggur júst í hesum.

Fakta er, at á altjóða fíggjarmarknaðunum hava Føroyar tíverri ikki somu styrki og sama álit sum Danmark. Ongin hevur skyldina av hesum. Soleiðis er tað bara reint faktuelt.

Hetta merkir, at Føroyar hava ikki sama trúvirði á marknaðinum, tá tað kemur til at hava ábyrgdina av eftirliti við bankum og at tryggja innistandandi í føroyskum bankum.

Kortini vil løgmaður trýsta hesa ætlan niður yvir høvdið á bankavinnuni og á okkum, sum eru kundar í bankunum.

 

Innskjótaratrygd í vanda

Innistandandi hjá tær og mær í føroyskum bankum er tryggja í danska "Indskydergarantifonden".

Løgmaður skrivar í lesarabrævi sínum, at føroysku bankarnir framhaldandi kunnu vera við í danska "Indskydergarantifonden", eftir at fíggjarøkið og -eftirltið er yvirtikið.

Hvaðani hevur løgmaður hetta?

Orsøkin til, at bankar góðtaka skipanina - og harvið at rinda fyri hvønn annan í "Indskydergarantifonden" - er, at teir hava eitt felags fíggjareftirlit sum tryggjar, at bankar ikki sleppa at hóðreiggja sær, sum teimum lystir, og harvið seta pening hjá hinum bankunum uppá spæl.

Um føroyskir myndugleikar skulu áseta, hvussu føroysku bankarnir skulu eftirhyggjast, so er spurningurin, um danskir bankar og myndugleikar vilja vera "í sama potti" sum vit.

 

Ætlanin má sleppast

Ætlanin hjá landsstýrinum hongur als ikki saman. Heldur ikki eftir at løgmaður hevur skrivað lesarabræv um ætlaðu yvirtøkuna.

Tí eru míni ráð framvegis: heldur enn at leggja forðingar í vegin, gnaga burtur av kappingarførinum og pilka við trúvirðið hjá bankavinnuni eigur Landsstýrið at geva vinnuni tær allar bestu umstøðurnar at virka undir.

Bankavinnan skapar nógv arbeiðspláss, vinnur nógvan pening uttanlands og fortelur samstundis umheiminum, at Føroyar er eitt framkomið samfelag, sum stendur seg í altjóðagjørda heiminum.

Vit eru helst fleiri, sum halda, at landsstýrið skal sleppa at taka ætlanina um at yvirtaka fíggjareftirlitið av skránni, uttan at nakar fer at lasta landsstýrið fyri tað.