Løgmaður elvir til øsing

- Tá løgmaður umboðar og er ovasti myndugleikin í samgonguni, kann hann skapa øsing og seta kílar í samgonguna við luttøku síni í Grasagarði, sigur Gerhard Lognberg, javnaðartingmaður

Javnaðartingmaðurin á Sandi, Gerhard Lognberg, er ikki fegin um avgerðina hjá sínum egna floksformanni at luttaka á tiltakinum hjá Friðarboganum í Grasagarði. Sambært Gerhard Lognberg skal løgmaður ikki gloyma, at hann sum løgmaður umboðar eina samgongu, og at avgerð hansara at luttaka á einum so umstríddum tiltaki kann spjaða.
- Avgerð hansara kann elva til, at kílar verða settir í samgongusamstarvið. At luttaka á hasum tiltakinum kann harafturat eisini elva til øsing, og Jóannes Eidesgaard eigur at hava í huga, at hann er ovasti samgonguleiðari, sum eigur at savna og verja eina samgongu, sigur Gerhard Lognberg.
Hann sigur, at hann roynir at síggja umboðanina hjá løgmanni sum persónliga, men faktum er, at hann sum løgmaður umboðar eina samgongu, og her íkemur ein vandi.

Samkynd hava tað gott
Gerhard Lognberg heldur, at røðan hjá løgmanni og kjakið sum heild er misvísandi. Hann setur spurnartekin við, um samkynd í Føroyum hava tað so ringt, sum fjøldin mangan fær fatan av.
- Tey fáa loyvi at liva í friði og náðum, og eingin ger teimum nakað. Onkuntíð verða umstøður teirra gjørdar verri, enn tær tykjast at vera, sigur Gerhard Lognberg. Hann metir, at tiltakið í Grasagarði enntá við løgmansluttøku er eitt tekin um vágafýsni og framfýsni frá Friðarboganum, og hetta er meiri, enn fleiri aðrir minnilutabólkar avrika.
- Eg taki ikki undir við teirra lívshátti, tí skriftirnar tala greitt um hesi viðurskiftini, men eg eri góður við og góðtaki øll míni medmenniskju, sigur Gerhard Lognberg.