Eftir herviliga ódnarveðrið í farnu viku, takkar Kaj Leo Holm Johannesen nú teimum sum arbeiddu við at hjálpa øðrum hesa náttina.
- Vegna Landsstýrið vil eg takka sløkkiliðunum, løgregluni, bjargingarfeløgum og øllum teimum, sum á ymsan hátt veittu hjálp hesa náttina, sigur løgmaður í takkarskrivi.
Hann vísir á tað fyrimyndarliga arbeiðið, ið varð framt í ódnarveðrinum millum 24. og 25. november.
- Við hegni og dirvi framdu tit eitt megnararbeiði at veita hjálp, tá skaði stóðst, og at fyribyrgja størri skaða, sigur Kaj Leo Holm Johannesen at enda.
(savnsmynd)









