Løgmaður: Eingin sleppur at vera litblindur

– Her er eingin slingur í valsinum, eingin sleppur at verða »litblindur«, tá vit skulu atkvøða um fíggjarlógina.

So hvassur var løgmaður á Rás2 fyri løtu síðani, tá hann varð spurdur, um hann góðtekur, at samgongufólk ikki taka undir við fíggjarlógini.

– Hatta er nýtt fyri mær, hatta havi eg ikki hoyrt. Um tað eru samgongufólk sum ivast í onkrum, so er at spyrja avvarðandi landsstýrisfólk. Men vit standa saman, og øll taka undir við fíggjarlógini. Tann, sum ikki ger tað, hann er ikki partur av samgonguni, segði Kaj Leo Johannesen.

Hann vísir tó á, at tað skal vera pláss fyri ivamálum, men so er bara at fáa tey lýst.

– Vit eru ein borgarlig samgonga, sum rekur borgarligan politikk. Tað eigur ikki at undra nakran, sigur løgmaður. – Og so kunnu vit skoyta »sosial-liberal samgonga« uppí eisini, segði løgmaður við Rás2.