-Eg vil gera mítt fyri, at verkætlanin í Vági fær fýra milliónir í stuðli frá landinum, staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Báðar stóru verkætlanirnar í Suðuroynni, Saltsiloin og langhylurin, strandaðu á lógartekniskum finessum, tá ið viðgerðin av fíggjarlógini 2011 var í tinginum.
Nú sær út til, at báðar verkætlanirnar eiga onkran góðan í landsstýrinum ? nevniliga sjálvan løgmann.
Løgmaður sigur við Rás2 í dag, at hann vil stuðla verkætlanini í Vági.
-Úrslitini hjá Pál Joensen og øðrum svimjarum á landi eru so mikið góð, at við eiga at fáa ein altjóða góðkendan langhyl. Tað hevði verið ein ótrúliga góð branding av Føroyum fyri ein sámiligan prís, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Verkætlanin í Vági er klár at seta í verk, og nú verður bert bíðað eftir avgerðini hjá landsmyndugleikunum ? altso um stuðul verður játtaður ella ikki.
-Eg fari at gera mítt fyri at stuðla verkætlanini. Sum eg segði við Pál Joensen, so haldi eg verkætlanin í Vági er ótrúliga spennandi og góð, og tí vil eg royna at fáa stuðul frá samgonguni til at játta fýra milliónir krónur í stuðli, staðfestir løgmaður.
Nakrar røddir hava verið frammi um, at ein langhylur heldur eigur at liggja í miðstaðarøkinum, men Kaj Leo Johannesen vísir á, at einki ítøkiligt uppskot finst um ein langhyl í Havnini.
Løgmaður vísir eisini á, at tað er lætt sloppið hjá landinum, at bert gjalda fýra milliónir krónur, fyri eina so týdningarmikla verkætlan.
Hann staðfestir, at uppskotið kemur í løgtingið í hesari vikuni.