Íslandssáttmálin
Ongin løgmaður fer at spæla hasard við sínum embæti. Og tað geri eg heldur ikki.
Jóannes Eidesgaard følir seg á púra tryggari grund, hóast Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, nú krevur at kanningarstjóri skal setast at kanna um løgmaður hevur brotið nakað so grundleggjandi sum sjálva stýrisskipanarlógina.
Løgmaður er altíð í andgletti, tí hvør einasta avgerð verður vektað og vigað og tí havi eg sjálvsagt onki gjørt uttan at hava ráðført meg bæði væl og virðiliga við mítt embætisverk.
Tá ið eg gjørdi avtaluna um at seta frælsan vøruflutning í gildið ímillum Føroyar og Ísland, var tað sjálvsagt grundað á eina neyva løgfrøðiliga meting, har fleiri embætisfólk eru komin til ta niðurstøðu, at her var onki at finnast at.
Ráðførdi seg við allar flokkar
Jóannes Eidesgaard sigur, at í stýrisskipanini stendur, at tað er landsstýrið, sum tingast og ger millumtjóða avtalur.
Men krevja hesar avtalur lógarbryotingar av onkrum slagi, ella er talan um týdningarmiklar avtalur, skulu tær leggjast fyri løgtingið.
Í sambandi við at seta tollfrælsi í gildi fyri vøruflutning ímillum Føroyar og Ísland, kannaðu vit málið hjá fremsta sakkunnleika hjá Toll og Skatt og teirra niðurstøða er, at har eru ongar lógarbroytingar kravdar.
Spurningur er so um avtalan er so týdningarmikil, at hon skal fyri tingið.
Løgmaður heldur, at hetta er ein politisk meting.
Sjálvandi hevur hetta týdning fyri Føroyar. Men spurningur er eisini um avtalan er týdningarmikil í einum stýrisskipanarligum høpi.
Jóannes Eidesgaard sigur, at av tí at her er talan um ein part í tí samlaða sáttmálanum er sáttmálin ikki ókendur fyri løgtinginum, tí tað er uttanlandsnevndin kunnað um frammanundan.
Men fyri at ongin ivi skuldi vera, setti eg meg í samband við allar flokkar og beinleiðis og óbeinleiðis við allar limir í uttanlandsnevndini fyri at vita, um nakar av teimum metti, at talan var um so týdningarmikið mál, at tað átti at verðið lagt fyri tingið.
Tað var tað ikki ein, sum helt!
Í uttanlandsnevndini avsannar Hergeir Nielsen, at tú hevur verið í sambandi við hann um hetta?
Tað er rætt. Men sum eg segði, vóru vit í sambandi við limirnar í uttanlandsnevndini antin beinleiðis ella óbeinleiðis. Viðvíkjandi tjóðveldisflokkinum var støðan tann, at eg fekk fatur á formanni floksins, Høgna Hoydal og kunnaði hann um ætlanina. Høgni Hoydal bjóðaði sær sjálvboðin til at tosa við Hergeir Nielsen um málið. Eg ivaðist ikki í, at høvdu nakrar viðmerkingar, høvdu teir boðað mær frá tí, men tað gjørdu teir ikki, sigur løgmaður.
Jóannes Eidesagaard sigur, at heldur ikki nakar annar flokkur hevði nakrar viðmerkingar.
Sostatt fekk eg vissu fyri, at ongin flokkur metti, at avtalan hevði so stóran týdning at hon átti at leggjast fyri Løgtingið. Samstundis fekk eg vissu fyri frá fremsta serkunnleikanum á økinum, at avtalan heldur ikki kravdi lógarbroytingar. Og tað var útfrá hesum sannroyndum, at eg skrivaði undir avtaluna.
Men í sínari niðurstøðu sigur umsitingin hjá uttanlandsnevndini tvørturímóti, at tú hevur ikki ráðført teg við uttanlandsnevndina?
Tað er ikki ásett nakrastaðni, hvussu ein møgulig ráðførsla skal fara fram.Tað stendur onganstaðni, at vit skulu sita samlað rundanum eitt borð. Í hesum føri gjørdu vit tað ígjøgnum telefon. Tað er eisini ein spurningur um, hvussu óliðiligar mannagongdirnar skulu vera í einum lítlum samfelagið sum okkara.
Bara Føroyar fáa fyrimunin
Nú skerst ikki burtur, at ivi er um, hvussu løgmansins heimildir skulu tulkast í einum føri sum hesum. Ert tú samdur við Bjørn á Heygum, tá ið hann í Sosialinum í gjár heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at greiðar mannagongdir verða gjørdar fyri at sleppa undan slíkum.
Eg haldi nú, at stýrisskipanarlógin er púra greið á hesum øki. Tað einasta, sum ivi kann takast seg upp, er um ein avtala er so týdningarmikil, at hon eigur at vera løgd fyri tingið. Men tað var júst tí, at vit settu okkum í sambandi við allar flokkar í uttanlandsnevndini og ongin av teimum mettu, at talan var um eitt mál, sum kundi skrivast undir og fáast at virka beinanvegin.
Og so kann tað leggjast afturat, at tað eru bara Føroyar, sum fáa fyrimun av avtaluni.
Men alt kann jú henda í politikki. Hvat nú vissi løgtingið vrakar sáttmálan?
Avtalan, sum vit skrivaðu undir og sum nógv stríð er um, er ein fyribils avtala, sum fellur burtur, tá ið samlaði sáttmálin er góðkendur. Verður hann ikki góðkendur, fellur øll avtalan burtur av sær sjálvum. Hinvegin hava vit fingið greiðar fráboðanir frá øllum flokkum um at teir taka undir við sáttmálanum.
Fullan rætt at skifta meining
Annars undrar tað løgmann, at Hergeir Nielsen nú krevur at kanningarstjóri skal setast at kanna um løgmaður hevur brotið styrisskipanarlógina.
Hann sipar til, at tað er ikki meiri enn ein vika síðani, at Hergeir Nielsen var við í einum meiriluta í uttanlandsnevndini sum kom til ta niðurstøðu, at ivi verður ikki sáddur um heimildina hjá løgmanni um at skriva undir avtaluna við íslendingar. Samstundis ger hesin sami meirilutin greitt, at fyri teirra viðkomandi er málið endað?
Løgtingslimir hava óskerdan rætt til at hava eina meining og til at skifta meining, men hugsa vit um støðuna hjá uttanlandsnevndini beint aftaná at avtalan var gjørd, undrar tað meg ikki sørt, at tað nú verður kravt, at kanningarstjóri skal setast,sigur løgmaður.
Àkærur um brot á stýrisskipanarlógina, eigur løgmaður at taka í fullum álvara og tað geri eg eisini. Men eg tók avgerðina á púra tryggari grund, so hetta er til at liva við, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hví legði tú ikki bara allan sáttmálan fyri tingið, so slapst tú undan øllum hesum.
Vit mettu, at vit høvdu fulla heimild at gera avtaluna. Hetta er ein avtala, sum bara føroysk vinna hevur fyrimun av og vit hildu at tað hevði týdning at fáa avtaluna í gildi sum skjótast fyri at lætta um hjá føroyskari vinnu. Og so mettu vit, at kundu einsvæl skriva undir avtaluna, nú var íslendski forsætisráðharrin var her kortini, heldur enn at bíða og tað skuldu tveir partar til at undirskriva avtaluna, sigur løgmaður.