Kortini hevur hann ikki nakrar viðmerkingar til málið, annað enn tað, hann segði við Útvarpið fríggjadagin, har hann vísti ákærunum aftur, sum heilaspuna og konspiratiónsteoriir. Bjarni Djurholm hevur heldur ongar viðmerkingar til spuringin, um hansara trúvirði sum landsstýrismaður hevur tikið skaða av hvøssu atfinningunum frá Dagmar Joensen, sum millum annað ganga út uppá, at hann skal hava hótt hana í samband við søluna av Faroe Seafood. Hesar ákærurnar váttaði Árni Dam, sum var næstformaður í framtaksgrunninum í fleiri ár, í Útvarpinum fríggjadagin, at hann hevði verið vitni til.
Dagmar Joensen sigur, at hon ikki fær prógva ákærurnar, hon setir móti landsstýrismanninum. Men greitt er, at tað ber til at staðfesta, um telefonin hjá Bjarna Djurholm hevur ringt til Dagmar, hvussu ofta og nær. Eisini ber til at staðfesta, hvør eigur telefonina, um talan hevur verið um dult nummar. Hetta skal gerast við rættarloyvið.
Tingið skal ikki viðgera málið
Í §33 stk. 3 stendur greitt, at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Passa skuldsetingarnar, so hevur Bjarni Djurholm ikki uppfylgt hesar treytirnar. Men løgmaður hevur ikki aðrar viðmerkingar til málið, annað enn tað, sum hann segði í svarið sínum 16. mars til Dagmar, har hann sigur: "Aftaná at hava lisið kæruna og ummælini av henni, eri eg komin til ta niðurstøðu, at einki tykist at vera at finnast at í viðgerð Vinnumálaráðsins av málinum.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, boðaði í dag frá, at hann ikki fer at ganga áheitanina frá Miðflokkinum á møti, um at kalla tingið saman at viðgera málið.