Løgmaður segði annars hart og týðuliga, tá hann kom aftur av samráðingum við stjórnina tann 17. januar í ár, at nýggjar samráðingar fóru at verða í heyst.
Hann segði, at hann hevði avtalað við Helle Thorning-Schmidt, at stjórnin og landsstýrið skuldu fara undir konkretar samráðingar í heyst. Kaj Leo Johannesen segði seg hava avtalað hetta á fundi við stjórnina 16. januar í ár.
– Tak ikki feil. Vit fáa hesar 200 milliónirnar. Ikki fyrsta árið, men næsta, triðja ella fjórða árið. Tað skulu samráðingar til, og vit avtalaðu á fundinum i gjár, at tað verða konkretar samráðingar til heystar. Ikki bara brævaskifti, ikki bara telefonsamskifti, sum tá blokkurin varð skorin 600 milliónir.
Soleiðis segði løgmaður við Deg & Viku 17. januar í ár.
Men samráðingar hava ongar verið við donsku stjórnina í heyst, og tað verður heldur ongar samráðingar.
– Sum eg havi sagt við Sosialin, so tapi eg ikki sama dyst fleiri ferðir, sigur løgmaður.
Hann sigur, at eingin, absolutt eingin vilji er hjá donsku stjórnini at samráðast um hetta.
– Og tað er ikki tí, at tað er eina javnaðarstjórn ella at tað er Helle Thorning-Schimdt. Hon ger faktiskt eitt gott arbeiði. Men tað er heldur eingin vilji frá Vinstra ella frá andstøðuni til at taka samráðingar upp um hetta, sigur løgmaður.
Soleiðis kunnu vit staðfesta, at løgmaður nú hevur funnið út av tí – sum øll onnur langt síðani hava funnið út av, at tað ber ikki til at hækka blokkstuðulin aftur, sum føroyingar sjálvir hava skorið. Tann avgerðin er endalig.
– Størsta vallyftið hjá Sambandsflokkinum var soleiðis eitt flopp.










