Løgmaður: Broytingar mugu gerast fyri at fáa fulla semju

- Tað gevur ikki meining at leggja eitt álit fram, sum kanska bara 13, 14, 15 ella 16 standa aftanfyri, sigur løgmaður.

Løgmaður: Broytingar verða gjørdar

 

- Tað gevur ikki meining at leggja eitt álit fram, sum kanska bara 13, 14, 15 ella 16 standa aftanfyri. Tað hevur týdning at fáa málið samtykt, og tað halda vit í Javnaðarflokkinum, at tað er okkara ábyrgd og okkara skylda, at vit gera tað, sum vit eru ment, soleiðis at vit fáa borið málið ígjøgnum løgtingið.

 

Soleiðis svaraði Aksel V. Johannesen Kringvarpi Føroya, tá hann varð spurdur, um semja nú var í Javnaðarflokkinum um fiskivinnunýskipanaruppskotið.

 

Bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava seinnapartin sitið á fundi við tingmanningini fyri at kanna, hvussu nógv samgongan kann telja upp í.

 

Javnaðarflokkurin hevur havt tann trupulleikan, at fleiri tingfólk hava alment boðað frá, at tey ikki longur stuðla uppskotinum, hóast tey hava skrivað undir upp á tað.

 

Í einum steðgi í fundunum í dag fekk Brynhild Thomsen orðið á Aksel V. Johannesen, løgmann, sum ferð eftir ferð veik undan at siga, at full semja var í tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum.

- Vit eru samd um, at vinnunevndin fer at arbeiða við málinum og við einum áliti ... og at vit síðani standa saman um tað álitið, sum vinnunevndin leggur fram, segði hann.

 

- Tað eru umboðini í vinnunevdnini, sum hava skyldu og uppgávu til at gera eitt álit. Tey skulu síðani kunna fyrst og fremst formennirnar í flokkunum og síðani baklandið, altso tingbólkarnar, um hvussu álitið kemur at síggja út, áðrenn tað verður lagt fram, so at vit eru vís í at í øllum førum vit 17, sum hava lagt uppskotið fram, standa aftanfyri tí, sigur løgmaður.

 

- Tað hevur alla tíðina verið ætlanin at gera onkrar broytingar. Onkrar broytingar vera, sum vit øll skulu standa aftanfyri. Hvørjar broytingar fer tíðin at vísa, sigur løgmaður við Kringvarp Føroya.

 

So tú kanst siga, at 17 atkvøður, tað klárar tú nú?

- Tað gangi eg út frá, at eg fari at klára, men nú skal vinnunevndin gera álitið liðugt, og tað álit havi eg, at tá álitið verður lagt fram, so stendur øll samgongan aftan fyri tað, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.