Løgmaður bjóðar til ríkisfund

Tann árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagskapinum verður tann  11. og 12. juni.

 

Í ár er Aksel V. Johannesen, løgmaður, vertur fyri fundinum og í hesum sambandi koma forsætisráðharri Danmarkar og frú og landsstýrisformaður Grønlands og frú til Føroyar. Lars Løkke Rasmussen er forsætisráðharri og kemur tí væntandi til Føroya við konuni Sólrun.

 

Í Grønlandi verður val seinni í mánaðinum. Í løtuni er Kim Kielsen, formaður í Siumut, landsstýrismaður. Veljarakanningarnar vísa, at tað er púra javnt millum teir báðar stóru flokkarnar í Grønlandi, Siumut og Inuit Ataqatigiit. Tí er heilt óvist, hvør fer at umboða Grønland á ríkisfundinum, Kim Kielsen ella Sara Olsvig, forkvinna í IA.

 

Seinni fæst nærri at vita, hvør skráin fyri ríkisfundin verður.

 

Seinast ríkisfundur var í Føroyum var í 2014.