Løgmaður biðið um yvir 200 milliónir

Nú er greitt, at nýggja samgongan ætlar, at blokkurin skal hækka yvir 200 milliónir krónur longu á komandi fíggjarloóg.

Undir fíggjarlógarviðgerðini í Fólkatinginum í dag segði Edmund Joensen, at "blokkstuðulin skal normaliserast". Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt, at hann vil hava blokkstuðulin hækkaðan millum 130 og 200 millíónir.

Bárður Nielsen, fyrrvererandi fíggjarmálaráðharri, sum má metast at hava nógv at siga, tá tað kemur til fíggjarpolitikk Sambandsfloksins, hevur ført fram í valstríðnum, at blokkstuðulin skal hækka 200 milliónir.

Vælvitandi keldur av Gamla Apoteki vilja vera við, at boðini frá Kaj Leo Johannesen longu eru farin til Danmarkar.