Løgmaður: Búskapurin er væl fyri

LØGMANSRØÐAN: Í frágreiðing løgmans til tingið, sum hann júst hevur endað, vísir Kaj Leo Holm Johannesen inn á, at búskapur okkara er væl fyri.

Hann vísir á, at arbeiðsloysið er lutfalsliga lágt – bert 4,7 prosent - og búskapurin er í vøkstri, og fólk innan vinnulívið eru bjartskygd um framtíðina.

- Vit eru tíbetur sloppin undan at fremja stór inntriv í vælferðina hjá borgarunum, sum fleiri stjórnir í Evropa hava framt.

- Haraftrat er landskassans hall minkað nógv, og málið er at fáa javnvág á fíggjarlógini í 2016, vísti løgmaður á.

Hann legði aftrat, at hóast trongar tíðir, har vit hava hildið aftur við útreiðslunum, hava vit framvegis eitt av heimsins bestu

vælferðarsamfeløgum.

- Vit hava framt rationaliseringar, og almennu stovnarnir hava gjørt eitt stórt arbeiði at raðfesta og fáa meira burtur úr játtanunum. Tí kunnu vit loyva okkum at siga, at vit megna at halda vælferðarstøðið fyri minni, segði løgmaður millum annað í røðu síni.