Løgmaður: Bólturin liggur hjá Sambandsflokkinum

Jóannes Eidesgaard er ikki longur so avgjørdur um at halda fund í lítlu samgongu um støðuna hjá Alfred Olsen Løgtinginum. – Tað verður ikki ein serskildur fundur um tað, sigur løgmaður, hóast hann áður hevur sagt seg vilja havt ein fund um Alfred Olsen. Jóannes Eidesgaard heldur útmeldingarnar frá Sambandsflokkinum vera misvísandi

POLITIKKUR

 
 
 
Jóannes Eidesgaard, løgmaður og samgonguleiðari, boðaði millum jólanna frá, at hann fór at krevja fund í lítlu samgongu um støðuna hjá Alfred Olsen í Løgtinginum.
Men nú tykist pípan at hava fingið annað ljóð.
- Eg havi nevnt fyri tær, at vit fóru at hava fund um málið.
- Men tað verður ikki ein serskildur fundur til tað. Eg royni at fylgja við útmeldingunum frá  Sambandsflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard, ið leggur afturat, at hann heldur hesar útmeldingar hava verið mísvísandi, sum hann orðar seg.
- Nú mugu vit síggja, hvat kemur frá Sambandsflokkinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bíðistøða
 
- Bólturin liggur hjá Sambandsflokkinum, og nú mugu teir gera leikin lidnan, sigur Jóannes Eidesgard, ið sigur seg vera í “bíðipositión”. Løgmaður sigur seg halda, at Alfred Olsen hevur róð fram undir, at hann ynskir at vera partur av samgonguni aftur.
Spurdur, um hann einki fer at gera, um Sambandsflokkurin vil varðveita núverandi støðu, har Alfred Olsen stendur uttan fyri samgonguna, svarar løgmaður, at tað ætlar hann ikki.
- Men fyribils liggur málið hjá Sambandsflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard.