Løgmaður avdúkaði seg sjálvan í gjárkvøldið

Føroya Løgmaður hevur alla vikuna ført fram at vit skuldu leingja samgongutíðarskeiðið við 14 døgum við teirri grundgeving, at øll vóru samd um at stytta valstríðið

Víst hevur verið til at tá uppskotið kom fram tíðliga í heyst, var ongin ósemja um at rættast var at stytta um tíðarskeiðið frá val var útskrivað og til tað skuldi haldast, niður úr 6 vikum í 3 til 4 vikur.

Løgmaður hevur púrasta avvíst at orsøkin skuldi vera at samgongan hevði so nógv arbeiði liggjandi á láni, týðandi mál hon hevði lova veljarum sínum at gjøgnumføra hetta valskeiðið, men sum hon ikki hevði klára at gjøgnumføra, og tí nú í seinastu løtu, uttan fyrilit fyri fíggjarligu avleiðingunum, uttanum alla siðvenju um góða og ábyrgdarfulla fyrisiting, har øll lógaruppskot skuldu til løgfrøðiliga eftirkanning í innlendimálaráðnum áðrenn tey kunnu leggjast fyri tingið, bara við hesum 14 eyka døgunum vildi vinna sær stundir at kunna trumfa ófyrireikað og ábyrgdarleys uppskot ígjøgnum løgtingið.

Løgmaður valdi at skriva út nýval áðrenn tingið slapp at taka støðu til broytingaruppskotið frá Sambandsflokkinum, um at útseta ígildiskomuna til 1. januar 2009, altso til ikki at hava virkna til hetta løgtingsvalið.

Her vildi løgmaður ikki lata tingið tala og er hetta besta prógv um at hansara mál púra kalt og kyniskt var at vinna samgonguni tíð, líkamikið við demokratiskari siðvenju, líkamikið við tí fíggjarligu ábyrgdini av samfelagnum, hetta snúði seg einans um at “keypa” sær sjálvum eyka tíð at gjøgnumføra givin vallyfti.