Løgmaður av Tvøroyri: Samráðast helst alla nátt

Topparnir sita eftir á Tvøroyri, tí enn eru trý punkt á skránni, sum mangla at blíva endaliga viðgjørd.

 

 

Tað frættist av Tvøroyri í kvøld. Løgmaður greiðir frá, at seks punkt vórðu á skránni til tingingarnar á Tvøroyri, og trý teirra eru endaliga avgreidd, meðan trý framvegis vanta í.

 

 

Les eisini: Hoydal av Tvøroyri: Væntar ikki semju í kvøld

 

 

Tískil er støðan tann, at topparnir verða sitandi á Seglhúsloftinum í alt kvøld og helst náttina við. Málið er, at fáa seinasty trý punktini upp á pláss, áðrenn Smyril fer av Krambatanga í morgin klokkan 06.00.

 

 

Les eisini: Tvøroyri: Topparnir sita eftir á Seglhúsloftinum

 

 

Løgmaður vil tó ikki siga, hvørji tey punktini eru, sum hava verið til viðgerðar í samgonguni.

 

 

In.fo fylgir málinum í kvøld.