Løgmaður á almenna vitjan í Noregi

Anfinnur Kallsberg skal vitja norska forsætisráðharran og luttka á oljuráðstevnu

Í døgunum 24. - 28 august fer Anfinn Kallsberg, løgmaður, á almenna vitjan í Noregi, eftir innbjóðing frá Kjell Magne Bondevik.

Á vitjanini fer løgmaður at tosa við norska forsætisráðharran um samstarv millum Noreg og Føroyar.

Á ferðini fer løgmaður eisini at luttaka á oljuráðstevnuni í Stavanger í døgunum 25. - 28. august, verður sagt í tíðinaskrivi úr Tinganesi.