Løgmaður á almenna vitjan í Bretlandi

Um eina viku fer løgmaður á almenna vitjan í Bretlandi eftir innbjóðing frá bretska forsætisráðharranum Tony Blair. Løgmaður skal hava fundir við fiskimálaráðharran, olju- og ídnaðarmálaráðharran og varauttanríkismálaráðharran umframt 1. ráðaharran fyri Skotland

 


Almenn vitjan


-Eg vóni við hesi vitjan at kunna gera mítt til, at vit fáa eitt meira virkið samstarv millum Føroyar og Bretland sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum fer á almenna vitjan í Bretlandi um eina góða viku. Hann dylur ikki fyri, at tað hevur ikki verið serliga nógv virkið samstarv á høgum politiskum støði higartil. Tað, sum so eisini er nýtt við hesi vitjan, er ætlanin at fáa knýtt eitt sindur fastari bond við Skotland tvs. skotska parlamentið og myndugleikarnar har.


-Eg vóni, at henda vitjan kann vera eitt startskot til eitt slíkt samstarv eins og tað vit hava havt við Hetland. Løgmaður ásannar, at vit hava fingið eitt ávíst samstarv við Hetland, sum hann heldur eisini er vert at byggja út til Skotlands, her ikki minst við atliti til oljuvinnuna.


Løgmaður fer ikki einsamallur til Skotlands og Onglands. Við sær eru eisini fleiri umboð fyri føroyskt vinnulív tað veri seg innan fiskivinnu, ferðavinnu og oljuvinnu. Hann vónar tí, at henda vitjan kann vera við til at skapa kontaktir eisini á tí vinnuliga økinum.


Móttøka í London

Í hesum sambandi er ætlanin er at skipa fyri eini stórari móttøku á donsku sendistovuni í London týskvøldið 27. februar við umleið 60 umboðum úr Føroyum og serstakliga Onglandi. Eitt nú hava fleiri av stóru oljufeløgunum boðað frá, at ovastu stjórar teirra fegnir vilja vera við til móttøkuna saman við løgmanni og vinnulívsfólki úr Føroyum. Eisini Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum verður við til hesa samkomuna. Millum umboðini frá oljufeløgum, sum vilja vera við til hesa móttøku e ovasti stjórin í amerikanska oljufelagnum, Amerada Hess, John B. Hess. Eisini oddafólk í BP og British Gas hava boðað frá luttøku.


Hetta verður so fyrsta almenna vitjan hjá einum føroyskum løgmanni í Bretlandi. Innbjóðingin kom frá Tony Blair, forsætisráðharra eftir vitjanini hjá Anthony Laiden, fyrrv. Varauttanríkisráðharra í Føroyum fyri tveimum árum síðani, tá marknaavtalan millum Føroyar og Bretland varð undirskrivað. Orsøkin til at vitjanin síðani hevur verið útsett fleiri ferðir eru viðurskifti bæði í Føroyum og Bretlandi. Eitt nú samráðingarnar við danir um fullveldið.


Men nú verður vitjanin so til nakað. Løgmaður fer saman við konuni Berghild til Skotlands sunnudagin 25. februar. Mánadagin verða ymisk tiltøk í Aberdeen og mánakvøldið verða løgmanshjúnini gestir við ein døgurða hjá 1. ráðharranum (Deputy First Minister) í Skotlandi, Jim Wallace. Tað verður í Edinburh. Týskvøld verður so móttøka á donsku sendistovuni í London fyri innbodnum úr Føroyum og Bretlandi. Mikudagin 28. februar fer løgmaður at hitta fleiri ráðharrar, eitt nú Peter Hein, oljumálaráðharra, John Battle, varauttanríkisráðharra og helst eisini fiskimálaráðharran.


Talan verður sostatt ikki um at hitta hægstu ráðharrarnir í stjórniniso sum forsætisráðharran ella uttanríkisráðharran , men tað verða fundir við ráðharrar á teimum økjum innan vinnuna. -Har vit hava eitt náttúrligt samstarv við bretar, verður roynt at fáa fund við ráðharrar ella fólk í leiðandi størvum sigur løgmaður.


Hví Bretland

Nú Føroyar í stóran mund hava tradtión at samstarva við Norðurlond heldur løgmaður tað vera náttúrligt eisini at venda eyguni móti Bretlandi, tí her er ein stórur marknaður. -Vit hava sum er stóran samhandil við Bretland, men skal tú koma víðari, so krevur tað av okkum, at vit fara har sum serfrøðin og marknaðurin er. Kappingin er eisini ótrúliga týdningarmikil, bæði tá tað snýr seg um at seta krøv til okkum sjálvar og um at finna okkum samstarvspartnarar, sum kunnu geva tað størsta útbýti til tað føroyska samfelagið heldur løgmaður fyri.


Anfinn Kallsberg dylur heldur ikki fyri, at infrastruktururin í slíkum samskifti er so ómetaliga týdningarmikil. ?Tað er greitt, at Norrøna hevur havt stóran týdning fyri part av hesum økinum, og tí er tað eisini sera hugaligt, at hetlendingar, sum hava fingið oljupengar í grunnar, ið nettupp hava við infrstruktur at gera, síggja tað sum eina strategiska íløgu at seta 50 mill. kr. í eina nýggja Norrønu. Tí kann eg bert fegnast um.