LANDSANTIKVAR
Róð hevur verið framundir, at Anfinn Kallsberg løgmaður er ógegnigur í málinum um setan av nýggjum landsantikvari, sum hann er farin inn í.
Tað eru familjuviðurskifti løgmans, sum skulu eitast at verða ein forðing. Andrass Mortensen, sum sat í setanarnevndini, ið tvær ferðir mælti til at seta Símun V. Arge í starv, er systirsonur løgmann. Systir løgmann starvast eisini í skrivstovuni hjá Fornminnissavninum, og har hava starvsfólkini harðliga mótmælt, at Símun V. Arge varð vrakaður av landsstýriskvinnuni við mentamálum Annlis Bjarkhamar.
Tí hava ávís fólk alment skírt Anfinn Kallsberg ógegnigan at taka støðu í málinum. Men løgmaður vísir hesum ákærum aftur.
? Tað er spurningurin, hvussu tú roynir at grugga málið. Løgmaður hevur sambært stýrisskipanini eftirlit við sínum landsstýrismonnum. Og mær vitandi eri eg ikki á nakran hátt ógegnigur mótvegis nøkrum landsstýrismanni. Tað er tað, sum telur í hesum føri, sigur løgmaður.