Hugtakið ?samanhald? skal vera nýggjárslyftið hjá øllum føroyingum!
Tað verður yvirskipaði boðskapurin í nýggjársrøðuni, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fer at halda fyri Føroya fólki í kvøld. Løgmaður sigur, at hann fer at nema við nógv ymisk viðurskifti í hesi heilsanini til tjóðina, sum verður send beinleiðis í Kringvarpinum klokkan 19 í kvøld.
Men fyrst og fremst fer hann at leggja dent á týdningin av samanhaldi.
- Vit eru øll í sama báti og vit skulu øll rógva saman í góðum áralagi fyri at vinna fram á.
Og tá ið hann hugsar um samanhald, hugsar hann ikki bara um at lyfta uppgávuna í felag.
Hann hugsar eisini heilt ítøkiliga um samanleggingar.
- Vit hava stórar avbjóðingar fyri framman og næsta ár verða nakrar av avbjóðingunum at nýskipa kommunurnar og skúlaverkið og at leggja saman í størri eindir, sigur løgmaður.
Men løgmaður er bjartskygdur, tí hann sigur, at søgan hevur víst, at tað er tá ið tað brýtur í bæði borð, at vit hava verið mest samansjóðað.
Men løgmaður fer eisini at hugleiða um sjálvrannsakan og um at vit ikki bara skulu síggja síggja flísina í eyganum á øðrum, men eisini bjálkan í okkara egna eyga.
- Vit brúka ómetaliga nógva tíð upp á at finnast at hvørjum øðrum, men kanska eiga vit eisini at hugsa um, hvat vit sjálvi kunnu gera betri.
- Sjálvrannsakan er altíð sunn, sigur hann.
Men Kaj Leo Johannesen sigur, at tað slepst heldur ikki uttan um at nevna teir brotasjógvar, sum eru skolaðir inn yvir okkum.
Hann hugsar um húsagangin í Fiskavirking og tekniska húsagangin í Eik.
- Men tað eru glottar fyri framman, heldur Løgmaður, sum sigur, at í nýggjársrøðuni fer hann at vera bjartskygdur, men veruleikakendur.
Í hesum sambandi sipar hann til, at hallið í búskapinum er minkað nógv skjóari enn vit hava væntað.
- Men støðan er kortini álvarslig og tað er neyðugt, at vit standa saman og seta nakrar nýskipanir í verk skúlaøkinum og kommunuøkinum, sigur løgmaður.