Løgmálaráðharrin sinnaður til yvirtøkur

Frank Jensen, løgmálaráðharri, er sinnaður at lata føroyingar yvirtaka løgreglu og rættarskipan við tilhoyrandi umsiting. Fyrireikingarnar skulu vera lidnar í 2002, og politisk støða tikin í 2003, skýtur løgmálaráðharrin upp

 

Yvirtøka

 

Edvard Joensen

 

Á fundi í løgmálaráðnum mikudagin hevur Frank Jensen, løgmálaráðharri, sagt seg sinnaðan at lata føroyingar yvirtaka løgreglu og rættarskipan.

 

Setast skal ein arbeiðsbólkur at avgreiða málið, samstundis sum lógarverk skal gerast í Føroyum, sigur Frank Jensen í tíðindaskrivi, at hann hevur skotið upp fyri Høgna Hoydal, landstýrismanni við lógarmálum.

 

Talan er um uppskot frá dønum til føroyingar fyri at koma víðari við málinum, sigur Frank Jensen í tíðindaskrivinum.

 

Hann sigur eisini, at hann hevur heitt á Høgna Hoydal um at viðgera máli gjølla í landsstýrinum og síðan venda sær aftur til donsku stjórnina.

 

Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur við sítt arbeiði í 2002 og politiska viðgerðin hjá landstýrinum og stjónini skal vera liðug í 2003 ,og yvirtøkurnar fara fram komandi árini.