Lógloysi valdar á kavaraøkinum

VINNUKAVING Arbeiðseftirlitið hevur skriva út certifikat í fleng, og 5-vikur skeið verða skrumlað ígjøgnum eftir fýra døgum. Og tað ringasta er, at menn halda seg hava eitt nýtiligt certifikat, men veruleikin er, at tað kann ikki nýtast uttan fyri Føroyar, sigur Ingi Sørensen, vinnukavari

Tað hevur leingi verið stór ónøgd millum vinnukavarar við góðkendum vinnukavaraskjølum, tí frítíðarkavarar við lítlum og ongum prógvum ólógliga hava framt vinnukaving.
- Vit hava ofta gjørt bæði myndugleikar og viðkomandi stovnar vart við skilið, men vit mugu bara sanna, at vit tosa fyri deyvum oyrum, sigur Ingi Sørensen.
Seinastu páfundini hjá myndugleikunum hava fingið bikarið at flóta yvir hjá vinnukavarunum.
- Ein vinnukavaraútbúgving, sum veruliga er nakað verd, er ein 4 mánaðar grundskúli í eitt nú Noregi, ið gevur førleika til at arbeiða niður til 50 metrar við hydrauliskum, elektriskum og lufttrýstamboðum. Sløkkjuliðskavararnir hjá Tórshavnar Býráð fóru á eitt tvær vikur langt bjargingarkavaraskeið. Og brandmeistarin proklamerar í sjónvarpinum, at nú kunnu hansara menn arbeiða allastaðni kring um í heiminum, sigur Ingi Sørensen.
Haann sigur, at sannleikin er jú tann, at teir áðrenn 14 daga skeiðið skulu taka eitt fimm vikur langt skeið, ið gevur førleika til at fara á sjálvt bjarginarkavaraskeiðið.
- Men tað var ikki gjørt. Seinni fingu teir ein instruktør úr Danmark, at hava eitt fýra daga langt skeið, í staðin fyri fimm vikur, og so var sloppi. Nú hava teir fingið í posa og sekk. Bjargingarkavarar og vinnukavarar til 30 metrar skulu ikki gera sær tankar um at fáa arbeiði uttanlands. Tað er óhugsandi, sigur Ingi Sørensen.
Hann heldur ógvuliga lítið um, at eitt fýra dagar skeið verður stáplað upp á beinini, tí tað kann á ongan hátt metast javnt við tað fimm vikur skeiðið, sum kravt verður.
- Tað átti ikki at borið til at onkur Hanus ella Janus kemur upp til Føroya at halda eitt fýra daga skeið, og so hevur tú eina fullfíggjaða vinnukavaraútbúgving, sum í verðuleikanum er skræddarseyma til bjargingarskeiðið, og als ikki til vinnukaving yvirhøvur. Soleiðis fungerar tað ikki, sigur Ingi Sørensen.

Á kompromi við trygdini
Ikki bert eru hesi skeið og certifikat ónýtilig til vinnukaving uttan fyri Føroyar, tey eru beinleiðis vandamikil. Tað er eingin møguleiki, at tú kanst læra tað sama eftir fýra døgum, sum tú ger gjøgnum fimm vikur.
- Og tað, sum størstur dentur var lagdur á í vinnukavaraskúlanum í Noregi, var trygdin. Hon er alfa og omega. Og ganga menn nú og halda, at teir vita alt, tí teir standa við einum prógvi í hondini, so kann tað fáa fatalar fylgjur, sigur Ingi Sørensen.
Hann sigur, at tað er strangt neyðugt at halda seg til reglurnar fyri kaving, og tað verður ikki gjørt, um menn kunnu umvæla ella viðlíkahalda upp til 10 aliringar um dagin.
- Tað eru greiðar reglur fyri, hvussu long tíð skal ganga millum tvær kavingar, og fleiri kav tú gert sama dag, longri tíð skal verða millum tær og styttri verða kavini. Mikroskopiskar luftboblur verða upptiknar í kroppin, og sjálvt um ein kavari ikki nýtist at merkja nakað í dag ella í morgin – ella um nøkur ár – so kann tað ein vakran dag gerast fatalt, at hesar reglurnar ikki vórðu fylgdar, tað finnast óteljandi dømi um hettar og tað er nakað ein fær inn við skei á altjóða góðkendum vinnukavaraskúlum sigur Ingi Sørensen.

Lógloysi
Vinnukavarin sigur, at hvørki politikarar ella avvarandi góðkenningarmyndugleikar hava nakrar sum helst reglur og mannagongdir á økinum.
- Nú hevur ein frítíðarkavaraskúli í Klaksvík fingið loyvi til at undirvísa í vinnukaving, hóast talan er um ein frítíðarkavaraskúla. Tað er fullkomiliga óhoyrt og beinleiðis ábyrgdarleyst av myndugleikunum at loyva slíkum. Nú kunnu kavarar fáa eina sokallaða vinnuliga kavaraútbúgving fyri ein dýran penga, sum ikki er tað pappírið vert, ið certifikatið er skrivað á, sigur Ingi Sørensen.
Hann sigur, at tú við hesari undirvísing kann fáast eitt 30 metra arbeiðscertifikat, sum bert er viðurkent í Føroyum, í staðin fyri tey 12 metra certifikat, sum í nógv ár hava veri at fingið á Arbeiðseftirlitinum.
- Kavarar við einum vanligum 12 metra kavaraloyvi hava í áravís ólógliga serviserað aliringar. Tí sjálvt um tú hevur hetta 12 metra kavaraloyvi, eru aliringar minst 20 metrar djúpir, og eru eisini í fleiri førum festir á 40 metra dýpi, sigur Ingi Sørensen.
Hann heldur, at »går den så går den«-hugburðurin hevur fótafesti á økinum, og hóast talan kann vera um menn, sum hava kava í áravís, so høvdu teir ongar sømdir fingið fyri tað á einum vinnukavaraskúla undir eftirliti, undir ongum umstøðum.
- Í Føroyum er einki eftirlit á økinum, og Arbeiðseftirlitið hevur góðkent útbúgvingar í fleng, sjálvt um teir vita, at hesar ikki verða góðkendar uttan fyri Føroyar. Nú situr ein trímanna bólkur við óavmarkaðum heimildum og góðkennir vinnukavarapappírir til frítíðarkavarir, sum teir halda vera egnaðir til at sleppa undan skúling. Á altjóða góðkendum vinnukavaraskúlum vera als ongin undantøk givin. Eingin av teimum í trímanna bólkinum hevur útbúgving innan vinnukaving yvirhøvur. Gud viti hvat tað næsta verður, kanska eitt sakarmál um ærumeiðing, fyri at flyta fokusið langt vekk frá tí manglandi førleikanum, ið mynduleikarnir leggja fyri dagin, leggur Ingi Sørensen aftrat.

Djúpt óseriøst
Vinnukavararnir hava fleiri ferðir roynt at fingið ein dialog í lag við Arbeiðseftirlitið, men einki er komið burtur úr tí.
- Hvørki Arbeiðseftirlitið ella Jóhan Dahl, landsstýrismaður, sum vit hava havt fund við, hava latið við seg komið. Landsstýrismaðurin sigur seg arb. við málinum, men tað sær út til, at alt bara fær loyvi at flóta á økinum, og at eingin vilji er til at fáa skil á hesar útbúgvingarnar, sigur Ingi Sørensen.
- Teir halda kanska, at nú er sloppið, tí nú er vinnukavaraskúli settur á stovn í Føroyum og kanska hava teir rætt, tí vit hvørki orka ella tíma at halda fram við at vísa á allar skeivleikarnar. Avleiðingin er, at menn við veruligum altjóða góðkendum vinnukavarapappírum finna sær annað yrki, tí at frítíðarkavarir hava trýst prísin fyri vinnukaving í botn og hava yvirtikið so at siga alla vinnuna. Tað eru fleiri, ið eru farnir í annað yrki, sigur Ingi Sørensen.
Hann sigur, at sjálvt í Suðuramerika og í tí svartasta Afrika er betri skil á innan kavaraútbúgvingar enn í Føroyum.
- Tað er djúpt óseriøst at loyva vinnukavaraútbúgving í Klaksvík, fyri tað fyrsta tí eingin kvalifiseraður undirvísari er. Tað er kostnaðarmikið at seta á stovn ein slíkan skúla, útímóti 10 milliónir krónur. Tað má vera óalmindiliga lítið teir hava brúkt uppá útgerð í Klaksvík, samstundis gevur skeiðið har einans loyvi til at nýta hondsamboð, tað vil siga hamara og tong. Tá ið oljuvinnan einaferð fer at taka seg upp her hjá okkum, fara teir at flenna og rista uppá høvdi eftir okkum, um hettar verður kosturin. Annars svarar tað til, at vit settu ein flogskiparaskúla á stovn í Føryum, tí vit hava Atlantic Airways, sigur Ingi Sørensen, sum sjálvur heldur tað vera fullkomuliga burturvið, at seta á stovn Vinnukavaraskúla í Føroyum.
Hann ivast ikki í, at slíkt ábyrgdarloysi fer at føra til miss av mannalívi.
- Tað er púra vist, at tá farið verður so lættliga um eina so álvarsliga undirvísing, so fer tað at føra til, at mannalív fara fyri skeyti. Og tað er ófyrigeviligt, at politisku myndugleikarnir og Arbeiðseftirlitið skal lata tað koma so vítt, áðrenn álvarin gongur upp fyri teimum, sigur Ingi Sørensen.
Hann heldur, at tað er bara eitt at gera, og tað er at kopiera ta norsku vinnukavaralógina og dagførða hana hvørja fer normenn gera tað.
- Norsk Yrke Dykkerskole er ein sera góður skúli og tekur við gleði ímóti føroyingum, ið vilja hava altjóða førleika innan vinnukaving. Hvussu ringt kann tað vera, spyr Ingi Sørensen at enda.