Lógloysi í Libya

Amnesty International ávarar nú um, at nógvir menn, sum vóru við til at fella Muammar Gaddafi, hava nú skipað seg í vápnaðar bólkar, sum tykjast hava størri vald enn landsins almennu leiðarar.

Sagt verður, at fleiri av hesum vápnaðu bólkunum bróta mannarættindini, og at tað finnast fleiri frásagnir um, at fangar verða píndir, og at fólk verða rikin frá húsi og heimi.

Amnesty sigur, at teir almennu libysku myndugleikarnir hava ikki tamarhald á teimum vápnaðu bólkunum, og tað kemst fyrst og fremst av, at skiftisstjórnin hevur ikki megnað at skipa løgreglu og her, sum kunnu tryggja lóg og landaskil, sigur Amnesty International.