Lógloysi ella óskil?

Umframt tað stóra málið í føroyskum politikki, fullveldismálið, hava tveir politiskir høvuðsspurningar fylt breddarnar seinastu tíðina.

Umframt tað stóra málið í føroyskum politikki, fullveldismálið, hava tveir politiskir høvuðsspurningar fylt breddarnar seinastu tíðina.

Annar spurningurin er um stýrisskipanina í sambandi við fíggjarlógina. Nú verður ikki spurt, hvør liggur uttan fyri lógarinnar karmar, men heldur um yvirhøvur nakar liggur innanfyri lógarinnar karmar. Spurningurin tykist vera farin yvir í eina vekting av, hvat er meira ólógligt enn annað.

Hin spurningurin snýr seg um íløgur, sum liggja á láni eftir fleiri ár undir truplum fíggjarligum umstøðum.

Tummas Arabo hevur eina grein í Sosialinum leygardagin tann 8. apríl og Jan Muller, blaðstjóri, hevur samrøðu við løgmann í sama blað. Niðurstøðan hjá Arabo og Kallsberg er tann sama: skipanin er ikki nóg góð.

Um annars okkurt munagott verður gjørt við spurningin, so er hetta nú ikki so katastrofalt, tá vit hugsa um, at nógvar broytingar eru gjørdar í seinastuni.


Politikkur

Politikkur er makt. Politisk makt verður demokratiskt útint við trimum amboðum:

?navngivnir persónar - ofta tað vit nevna stovnsleiðarar ella stjórar -fáa ítøkiligar heimildir yvir øðrum menniskjum og apparati annars

?navngivnir persónar - eisini stovnsleiðarar ella stjórar - fáa ítøkiligar peningajáttanir á fíggjarlógini

?skrivaðar og óskrivaðar reglur um, hvat er góður siður, og hvat ikki er góður siður ? tað, sum nú í tíðini verður nevnt ?virði?

Í praksis er tað fíggjarlógin, sum skapar teir týdningarmestu karmarnar um, hvussu politiski myndugleikin ynskir, at stýringin skal útinnast í samfelagnum. Ígjøgnum fíggjarlógina fáa navngivnir persónar heimildir yvir játtanum og ?apparatum?.

Í praksis eru tað teir navngivnu persónarnir - stovnsleiðarar ella stjórar - sum hava ábyrgdina av, at sum best fæst burturúr játtanum og heimildum yvir tí apparati, sum teir varða av. Hesir eru krumtappurin, sum restin av maskinuni snarar um.

Um skipanin ikki er nóg góð, so eru bert tvinnir møguleikar: antin eru hesir stovnsleiðarar og stjórar ikki sína uppgávu vaksnir ella hava teir ikki umstøður til at virka undir.

Aðrir møguleikar gevast ikki.

Skal skipanin bøtast, so er neyðugt at tað triðnevnda amboðið í størri mun verður nýtt: Skrivaðar og óskrivaðar reglur, sum tilsamans vísa leiðina, hvussu tann einstaki í almennum høpi skal virka.


Siðvenja

Í samrøðuni við Jan Muller sigur løgmaður soleiðis:

?...tað er bæði rætt og rímiligt, at man syrgir fyri, at hevur ein persónur verið fyri órætti ella bara tann allar minsti ivi er um hann hevur verið fyri órætti, so hevur man skyldu til at gera alt, sum stendst fyri at fáa avklárað slík viðurskifti.?

Hetta er greið tala við góðum skili. Við hesum orðum løgmans sigur hann frá, at hann hevur vilja til at brúka tað triðja amboðið ? siðvenju, virði ? fyri at fáa umsitingina at virka betur.

Kjarnin í málinum liggur nevniliga í spurninginum um, undir hvørjum siðvenjum, ?virðum? teir stjórar og stovnsleiðarar, sum í praksis eru krumtappurin í maktútinningini, virka undir.

Siðvenjur verða uppbygdar við prinsipiellum avgerðum í gerandisdegnum.

Tá ið avgerðir falla um hvør stjóri verður frákoyrdur og hvør ikki verður frákoyrdur, hvør landsstýrismaður fer frá og hvør ikki fer frá, verður siðvenja skapt.

Tá ið fíggjarlógir, reglugerðir og aðrir karmar verða settir um stovnsins virksemi, verður siðvenja skapt um, hvussu hesir karmar í praksis fáa sítt skap ? og hvussu hesir karmar sleppa at laga seg til veruleikan.

Hesar siðvenjur geva tilsamans hvørjum einstøkum stjóra svar uppá tann persónliga spurningin: hvussu skal eg fara fram, fyri at halda sessin?


Tænastuskyldur

og áhugamál

Mest grundleggjandi tænastuskyldur hjá stjóra ella stovnsleiðara eru at røkja tey áhugamál, sum stovnurin er settur at røkja, at fáa sum mest burturúr játtaða peninginum og at ráðgeva landsstýrismanninum soleiðis, at hesin hevur møguleika til í praksis at virka langsiktað skilagott.

Vit hava hesi seinastu árini fingið ein hugburð inn í umsitingina, sum á ein ortodoksan og fundamentalistiskan máta starir seg blindan uppá makt-amboðini við einum støði, sum mest av øllum líkist miðaldarinnar maktlæru. Allar aðrar viðkomandi lærur, tað veri seg leiðslulæran, atferðarlæran, organisatión, góður umsitingarsiður, teknikkur o.s.fr. verða skúgvaðar til viks við harðari hond.

Eftir hesi fundamentalistisku maktlæru, mega almennir stjórar ikki fáa makt ? sum annars er eitt av teimum trimum beinunum, sum verulig leiðsla byggir á: Vilji og evni til leiðslu, makt til at útinna leiðsluna og ?commitment? (viljin hjá teim týðandi pørtunum at taka uppgávuna á seg).

Fylgjan verður, at tænastuskyldur, stovnsins áhugamál, fara í misrøkt, meðan almennir stjórar meira og meira klína seg uppí politisku maktina og føra privatpolitik antin í sjálvdrátti ella saman við landsstýrismanninum.

At navngivnir persónar taka ?fordringin? og sum stjórar røkja tey áhugamál, sum teimum er álagt at røkja, verður sjaldsamari og sjaldsamari. Átekur onkur sær fordringin, so verður hann helst sagdur vera ein statur í statinum.

Við tí útsýni, sum eg havi frá arbeiðsplássi mínum, er hendan undirgrivna leiðsluábyrgdin í almenna sektorinum høvuðstrupulleikin í sambandi við tann øgiliga íløgutørvin, sum nú dagar undan kavi og í sambandi við trupulleikan hjá landsstýrismonnum at virka innan fyri lógarinnar karmar.

Og forrestin eisini høvuðstrupulleikin í sambandi við so mangt annað, sum ikki fæst at virka meira enn næstbest.


Fíggjarlógarviðgerð

Ein máti at viðgera fíggjarlógina er at nýta hana til at trýsta stjórar og stovnsleiðarar. Hetta verður gjørt við reglum og ásetingum um smálutir í, hvussu verkini í praksis skulu útinnast, sum stjórarnir annars á pappírinum hava ábyrgdina av.

Grundsjónarmiðið er, at ein stjóri vil altíð brúka meira og sløsa við tí tilfeingi, sum honum verður álagt at umsita.

Lønarkarmar, rakstrarkarmar, íløgukarmar, ferðakarmar o.a. spríkja fram í hvørjari reglu í fíggjarlógini. Stjórarnir, sum eru krumtappurin í at fáa tingini at virka í praksis, royna eftir førimuni at leggja seg eftir, hvussu skipanin kann ?lumpast? ella hvussu teir kunnu seta politiska myndugleikan skák-mát.

Niðurslitnar íløgur og vantandi menning er tann mest vanligi mátin at sleppa sær undan ábyrgd. Stjórin átekur sær at leiða raksturin. Ein niðurskurður í játtan verður allur tikin av íløgunum og viðlíkahaldi, soleiðis at bæði fólk og rakstrargøgn verða niðurslitin við árunum ? men uttan at tann vanligi borgarin ella landsstýrismaðurin sær tað í fyrsta umfari.

Tá ið so íløgutørvurin dagar undan kavi, so er bert ein ?svarti-Per?: fíggjarmálaráðharrin. Stjórarnir standa á rað við himmalvendum eygum: ?Hetta er jú úrslitið av politiskum prioriteringum. Vit hava bert gjørt, sum okkum var álagt.? Tann politiski myndugleikin stendur skák-mát.

Ein annar máti at viðgera fíggjarlógina er sum fyrsta lið í viðgerðini at geva hvørjum stjóra/stovnsleiðara ein høvuðskarm og nakrar politiskar setningar: ?Vit vilja ...?. Saman við samgonguskjalinum ber stjóranum á økinum til at gera eitt uppskot til fíggjarkarmar innan sítt egna øki og hvussu hesin sjálvur metir karmarnar virka uppá langt sikt.

Har tann politiski myndugleikin ynskir at broyta uppskotið, verður tað gjørt sum broytt politisk ynski. Stjórin broytir uppskotið samsvarandi ? inntil bæði stjóri og politiskur myndugleiki kenna seg tryggar við at tann politiski setningurin verður náddur samstundis sum teir formligu karmarnir styðja skilagóða atferð.

Grundsjónarmiðið er, at stjórin átekur sær leiðsluábyrgd ? og fær leiðsluheimildir.

Hesin seinni arbeiðsmátin var brúktur í sambandi við landsvegirnar øll kreppuárini seinast í 80-unum og fyrru helvt av 90-unum. Hóast umsetningurin hjá stovninum, sum varðar av, er fallin við 70%, so er einki hóttafall á vegunum. Maskinparkin hevur tað ikki gott, men við skilagóðari atferð eisini tey næstu árini ber væl til at fáa tann partin, sum landið skal taka sær av, at virka optimalt aftur, uttan at brúk er fyri tvey- og trýsiffraðum milliónaupphæddum hvørt árið.

Vildi illa til, so høvdu landsvegirnir helst havt ein íløgutørv uppá nærum hálva milliard kr. í asfaltering og høvuðsumvælingum av niðurslitnum vegum. Hetta umframt tær milliónaíløgur, sum eru ynskiligar fyri at gera vegakervið betur, og sum í dag verða viðgjørdar.


Niðurstøða

Fólk tykjast samd um, at skipanin í almennu umsitingini viðvíkjandi fíggjarlóg, ráðgeving, útinning o. s. fr. ikki er nóg góð. Hetta man vera í lagi.

Fólk tykjast eisini samd um, at tað er natúrligt, at ein øgiligur íløgutørvur nú stingur seg upp eftir kreppuna. Hetta er ikki í lagi. Ein so øgiligur íløgutørvur átti ikki at komið fyri. Har má onkur ? og ikki bert politikarar ? fara niður í skuffuna við heitinum ?Hetta átti at verið gjørt betur?.

Er viljin til staðar, so eigur at bera til at fáa hetta væl betur. Trupulleikin er, at tað eru nógv seráhugamál í samfelagnum, sum hava eitt natúrligt ynski um, at tann almenni sektorurin ikki virkar væl.

Vónandi kunnu røttu avvarðandi brúka hesar reglur konstruktivt í eini felags stremban eftir einum rímiliga effektivum og vælvirkandi almennum sektori.

Signar P. Heinesen