Sambært Vápnalógini er hvørki loyvt at eiga ella brúka slík knúgvajørn, uttan serstakt loyvi.
Hesin ungi maðurin gekk kortini við einum slíkum kring knúgvarnar. Men løgreglan tók mannin, áðrenn hann kom í hóslag við nakran við hesum sera vandamikla vápni. Slíkt hevði, í ringasta føri, verðið mett sum harðskapur av grovasta slagi.
Av Politistøðini í Havn fekk Portalurin upplýst sunnumorgunin, at maðurin nú verður skuldsettur fyri brot á vápnalógina.
- Hevði hann sligið við knúgvajarninum hevði álvarsamur skaði staðist av hesum, verður sagt.
Knúgvajørn eru framleidd úr metalli, og eru skapað soleiðis at tey passa kring knúgvarnar.
Skapið á tí er soleiðis, at tað ger munandi størri skaða enn ein vanligur knýttnevi, um ein rakar andlitið.