Tað er ólógligt at tatovera ung undir 18 ár.
Tað eru tey greiðu orðini í lóg nr. 194 frá 8. Juni 1966 um tatoveringar.
Hendan lóg er sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan nr. 351 frá 15. august 1967.
Tað er ikki óvanligt í dag, at fólk fáa sær tatoveringar av øllum ymsum slag og allastaðni á kroppinum.
Eisini er vanligt at skipa fyri tiltøkum í náttarlívinum, har lokkað verður við bíligum tatoveringum. Í hesum sambandi er tað nógv, sum fáa sær tatoveringar, eisini blaðung fólk.
Eitt dømi er, at hetta vikuskiftið verður lokkað við tattoo-fest á Tvøroyri.
Men veruleikin er, at tað er ólógligt at tatovera ung fólk undir 18 ár. Og lógin ger greitt, at tað er ólógligt at tatovera ung fólk undir 18 ár, hóast foreldur ella verji geva loyvi til tað
Tað stendur enntá í lógini, at tað er eisini bannað at tatovera fólk í høvdið, í andlitið og á hendurnar, líka mikið hvussu gomul tey eru.
Orsøkin til, at lógin leggur so stóran dent á, at verja ung fólk ímóti at verða tatoverað, er, at mett verður, at tey eru so ung, at tey eru ikki
greið yvir likamligu og sosialu avleiðingarnar, ein tatovering kann hava.
Samstundis verður ein tatovering mett at vera eitt so stórt likamsinntriv, at mett verður, at tað er neyðugt at áseta aldursmark.
Eisini er ein ávísur vandi fyri, at fólk fáa ymsar smittandi sjúkur og bruna av at fáa eina tatovering.
Ein vandi er gulusótt, sum kann vera deyðilig í ávísum førum.
Tað kemur javnan fyri í Danmark, at tatovørar fáa bót fyri at tatovera ung fólk. Eitt dømi er um ein tatovør, sum fekk 5000 krónur í bót fyri at hava tatoverað ein ungan undir 18 ár sjey ferðir.
Revsingin kann annars verða upp í fýra mánaðar fongsul, men lógin letur eisini upp fyri harðari revsing, har umstøðurnar tala fyri tí.