Tað er í stríð við lógina at krevja, at teir báðir gomlu skipararnir í Smyrli sleppa at halda fram í starvinum.
Tað er púra greitt eftir teirri viðgerð, sum hevur verið í Fíggjarmálaráðnum.
Vanliga hevur verið, at alment sett skulu frá, tá ið tey fylla 67 ár. Men nýliga er rundskriv komið, sum heimilar, at tey kunnu halda fram til tey fylla 70.
Men hetta kann ikki galda fyri skipararnar á Smyrli, tí teir vórðu uppsagdir longu í mai mánað. Samstundis er søkt eftir nýggjum skiparum og umsóknarfreistin var úti nakað væl áðrenn rundskrivið kom um tað, at alment sett kundu halda fram til, tey fyltu 70.
Sostatt er niðurstøðan í fíggjarmálaráðnum púra greið um, at rundskrivið kann ikki galda fyri teir báðar gomlu skipararnar á Smyrli.
Les eisini greinina: Eg taki hetta við mær sum eitt vánaligt upplivilsi og greinina: Framferðin hjá Jacob Vestergaard er lívshættislig.