? Kommunurnar kunnu ikki av sínum eintingum gera SEV til eitt partafelag.
? Tað hevði rætt og slætt verið ólógligt.
Tað sigur formaðurin í umboðsnevndini hjá SEV, Hans Tausen Olsen.
Hann sigur, at reglugerðin hjá SEV heilt einfalt forðar fyri, at kommunurnar fáa blandað seg uppí viðurskiftini hjá SEV.
? Tað eru ikki kommunurnar, sum stýra SEV. Tað er ein umboðsnevnd, sum kommunurnar velja, sum stýra SEV.
? Og í SEV er tað hendan umboðsnevndin, sum hevur evsta myndugleikan og tað fáa kommunurnar onki gjørt við, sigur hann.
Hann sigur, at SEV er eitt lutafelag, og skal SEV umskipast, er tað ein sera trupul mannagongd.
Hann vísir m.a. til grein 11 og grein 14 í lógunum fyri SEV.
? Í Grein 11 stendur, at skal Lutafelagið SEV takast av, skulu 2/3 av umboðsmevndini atkvøða fyri tí. ? Og aftaná skal landsstýrið góðkenna avgerðina.
? Og í grein 14 stendur, at skal ein kommuna taka seg úr SEV, skal tað góðkennast av øllum hinum kommununum.
? Tí fáa kommunurnar ikki rørt SEV, uttanum umboðsnevndina.
Formaðurin í umboðsnevndini heldur, at orsøkin til, at tað bleiv gjørt so trupult at røra felagsskapin, er, at tá ið SEV varð stovnað, var eitt slíkt ódnartak, sum sjálvdan sæð fyrr her á landi og stovnararnir vildu fyri alt í verðini byrgja fyri, at tað datt niðurfyri aftur.
Hans Tausen Olsen sigur, at tí kunnu kommunurnar kanna, hvat tær velja. Tær fáa onki gjørt við málið kortini.
? At royna broyta SEV, er at leggja seg út í viðurskifti, sum við lóg eru latin upp í hendurnar á umboðsnevndini at umsita.
Sera demokratiskt
Júst hesi viðurskifti hava mangan fingið fólk at skýrt SEV ein ódemokratiskan felagsskap, og tað eru mong, sum hava ilskast inn á, at kommunurnar hava so lítið at siga í SEV, hóast tað skal eitast, at tær eiga felagsskapin.
Hesum er Hans Tausen Olsen als ikki samdur í. Tvørturímóti heldur hann, at SEV er ein so demokratiskur felagsskapur, sum hugsast kann.
? Kommunurnar hava rætt til at velja limir í umboðsnevndina. Men tá ið umboðsnevndin er vald, hevur hon evsta myndugleika, uttan at nakar kann blanda seg uppí.
? Hesin rætturin hjá øllum kommununum at velja limir í umboðsnevndina, tryggjar hvørji einstakari kommunum, at eisini teirra viðurskifti verða borin fram í SEV.
? Tí er umboðsnevndin eisini trygdin fyri, at allar Føroyar sum tær eru, verða umboðaðar í SEV, sigur Hans Tausen Olsen.
Hann sigur, at halda fólk, at umboðsnevndin er ov stór og tung at arbeiða við, ber tað til at minka hana.
? Annars fer tað at koma av sær sjálvum, nú kommunur skulu leggja saman, so at tað ikki verða meiri enn einar 8-10 kommunur í Føroyum.