Føroyingar hava heimsmet í tarmsjúkum, men tað er ólógligt at brúka tann besta heilivágin.
Hetta sigur Colitis Cron felagið í Føroyum, nú felagið hevur havt fund, har tey hava viðgjørt evnið.
Felagið sigur, at 1 % av føroyingum hava tarmsjúku og síðani 2010 hava tað verið um 30-40 nýggir tilburðir árliga.
Føroyingar hava heimsmet fyri nýggjar tilburðir av tarmsjúkunum, og eru tilburðirnir 3 ferðir fleiri enn í hinum norðanlondunum.
Kári R. Nielsen yvirlækni, sigur, at tað eru einir 450 500 føroyingar sum hava hesar tarmsjúkur.
- Flest øll við tarmsjúkunum krevja heilivágsviðgerð, og er hon ikki ókeypis.
Nevnast kann at mildasti heilivágurin kostar millum 5.000-10.000 kr um árið.
- Og dýrasti heilivágurin, tann biologiski, liggur heilt upp til 100.000 krónur um árið.
Nýggjastu kanningarnar benda á, at besta viðgerðarúrslitið kemur, tá Crohn sjúklingar verður settir i viðgerð við biologiskum heilivági tíðliga í sjúkuni.
- Hetta hevði so kunnað gjørt, at fólkini kundu varðveitt fullan arbeiðsførleikan.
- Tó loyvir lógin í Føroyum ikki hetta, tí at bíligasti heilivágurin skal brúkast fyrst og hetta kann vera ein beinleiðis trupulleiki fyri fólk, sum hava fingið staðfest Crohn, sigur felagið eftir fyrilesturin á fundinum.