Nú er líkt til, at gott og væl 11 milliónir menniskju, sum ólógliga eru komin inn í USA, kunnu síggja fram til at gerast amerikanskir ríkisborgarar kortini.
Amerikanska senatið samtykti í gjár við 68 atkvøðum fyri og 32 ímóti eitt lógaruppskot, sum slóðar fyri hesum. Vit gjørdu tað rundaði frá áhoyraraplássunum, tá málið var avgreitt og samtykt.
Sambært uppskotið, so kunnu pappírsleysir innflytarar eftir 13 ára bíðitíð fáa amerikanskan ríkisborgararætt.
Enn er tó eftir at fáa lógaruppskotið samtykt í umboðsmannatinginum, áðrenn tað kann fáa gildi, og har verður væntað, at mótstøðan í øllum førum verður størri enn í senatinum.