Lógarbrotið, sum manningin á Páll Fanga hevur gjørt, er, at teir hava skrúvað ein lista upp í lærbekkin, men listin er nakrar sentimetrar upp frá bekkinum. Lærbekkurin er aftasti bekkurin í bátinum - men har situr ongin rógvari.
Teir aftastu rógvararnir sita á næstaftasta bekki, men fyrimunurin hjá teimum er, at nú kunnu teir stinga føturnar upp ímillum lærbekkin og listan so at teir betri fáa tikið á og toga seg upp aftur, tá ið teir taka bekktøk.
Tað hjálpir teimum eisini rættiliga væl at halda javnvágina og at sita væl á bekkinum, at teir fáa skora føturnar fastar ímillum listan og bekkin, tá ið teir taka bekktøk.
Hetta er ólógligt, tí tá ið Róðrarsambandið hevur góðkent ein bát, er tað ikki loyvi at gera nakað við hann, uttan loyvi frá Róðrarsambandinum og listin umborð á Páll Fanga er ikki góðkendur.
Rógvarar siga, at tað svarar til, at tveir mans liggja á gólvinum og gera búkvenjingar, men har annar sleppur at hava føturnar uppi undir eini ribbu og hin ikki.
Tað er eyðsæð hvør hevur ein fyrimun av hesum, siga rógvarar.
Ein royndur rógvari sigur, at hetta gevur rógvarunum ein rættiliga stóran fyrimun, serliga tá ið tað eisini snýr seg um at halda javnvágina, tá ið tað er óslætt og sjaskveður.
Hann heldur eisini, at tað er ógvuliga sannlíkt, at hesin listin hevur hjálpt Páll Fanga at vinna róðrarnar. Hann sigur, at verður hugt eftir teimum stevnum, sum hava verið, er tað serliga tá ið teir taka bekktøk í startspurtinum og í endaspurtinum, at Páll Fangi hevur vunnið sínar róðrar - burtursæð frá á Vestanstevnu, tá ið ongin listi var í bátinum.
Aðrastaðni í blaðnum í dag eru fleiri greinar um sama mál.