Ólóglig veiða
Á tíðindafundi í Listaskálanum mikudagin varpaði norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, ljós á ólógligu fiskiveiðina í Barentshavinum og Irmingarhavinum. Hon segði, at ólóglig veiða er ein trupulleiki, sum fiskiveiðitjóðirnar mugu standa saman um at loysa.
Samstarv neyðugt
- Hetta er ein globalur trupulleiki, og tí er neyðugt við samstarvi millum lond og á altjóða stigi fyri at koma hesum til lívs. Neyðugt er við áhaldandi sínámillum upplýsing, har fokus verður sett á henda trupulleika.
Helga helt, at fiskiveiðitjóðirnar mugu ganga á odda fyri at steðga hesum.
- Ólógliga veiðan í Barentshavinum kann elva til, at fiskastovnar fara fyri bakka, og tá fer tað eisini at raka skipini og fiskimenninar, sum fiska av hesum stovnum, fiskavirkisvinnuna og samfeløgini, sum hava hesa vinnu.
Ikki væl fyri
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sum eisini var á tíðindafundinum, var samdur við norska fiskimálaráðharranum um trupulleikarnar við ólógligari fiskiveiði.
Hann ásannaði, at bæði í Barentshavinum og Irmingarhavinum eru trupulleikar av hesum slagi.
- Kongafiskastovnurin í Irmingarhavinum er ikki væl fyri í løtuni, og tað ger ikki støðuna betri, at ólóglig veiða eisini fer fram á hesum leiðum.
Bjørn og Helga eru samd um, at fiskiveiðitjóðirnar mugu samstarva um at koma hesi veiði til lívs.
- Ein gongd leið er, at londini, sum varða av og umsita fiskiskapin á hesum leiðum, sýta skipum, sum eingi veiðirættindi hava, at fáa útgerð.
At halda á
Men er í veruleikanum møguligt at loysa trupulleikan við ólógligari fiskiveiði?
- Vit mugu ikki gevast á hendur í hesum stríði, helt Helga Pedersen fyri.
Og Bjørn Kalsø var fullsamdur við norska fiskimálaráðharranum.
Helga nevndi møguleikan við sporføri, har fiskurin verður "fylgdur" úr sjónum og út á marknaðin.
Hon helt, at krøv um sporføri upp á longri sikt kunnu verða við til at minka um ólógligu veiðina.
- Sleppur fiskurin, sum hesi skip veiða, ikki á marknaðin, verður áhugin at fiska minni, segði norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen.